Børn hátíðarhalda Merki

Børn hátíðarhalda Merkið saman, men hvør sær

Ljóðfílurin, sum øll kenna úr m.a. sendingunum Ding Dang Pappsang og Hey!, heldur tað vera so keðiligt, at ikki sleppa á flaggdagshald í ár. Tað halda Jensina og Norðurlandahúsið eisini og hava tí saman funnið uppá ein øðrvísi hátt at hatíðarhalda Merkið.  
 
Tey fara at tekna eitt flagg, seta tað á ein pinn og seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið, so øll, sum koyra ella ganga framvið, sleppa at síggja tað.

Um ordiliga nógv børn gera hvør sítt heimagjørt føroyskt flagg, og eisini seta tað í bøin uttanfyri Norðurlandahúsið, so hevði tað veri ein flott sjón saman við teimum stóru norðurlendsku fløggunum, sum Norðurlandahúsið flaggar við. Eitt flott flaggdagshald
 
Tað er onki fyri:
1. Finn pappír, litir, ein pinn og okkurt at hefta pappírið í pinnin við

2. Tekna flaggið og heft tað á pinnin

3. Far niðan til Norðurlandahúsið og set tað á bøin.

Um tit taka eina mynd og leggja hana út á sosialar miðlar, eru tit vælkomin at hashtagga #nlhflagg