Týsdagin 28. november var áhugaverdur fyrilestur á Hotel Hafnia, sum Granskingardepilin fyri økismenning og Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skipaðu fyri, skrivar Vinnuhúsið.
Norðmaðurin Arne Tunheim greiddi áhoyrarunum frá áhugaverdu verkætlanini »Fisken, båten og havet«, sum skúlarnir, kommunurnar og fiskivinnan í Ålesundøkinum standa fyri. Verkætlanin hevur til endamáls at læra børn og ung, sum ganga í skúla hvat, sum rørir seg í fiski- og alivinnuni á sjógvi og á landi.
Økingin tvífaldast
Norski granskingarstovnurin SINTEF hevur í eini kanning fyrr í ár, víst á, at í 2030 verða inntøkurnar frá norsku fiskivinnuni dubult so stórar sum inntøkurnar frá norsku oljuvinnuni eru í dag. Henda niðurstøða frá SINTEF hevur verið við til at styrkt tilvitanina millum norskar politikkarar, vinnu og fólk flest um týdningin av rekruttering av væl útbúgnum fólki til fiski- og alivinnuna.
Boðskapurin hjá Arna Tunheim er greiður, hann sigur at skulu virðini, sum SINTEF spáar liggja í fiski- og alivinnuni, koma til sættis í norska samfelagnum er neyðugt, at dentur verður lagdur á at vísa teimum, sum skjótt skulu velja hvørja útbúgving og lívsleið tey skulu taka, at í fiskivinnuni eru møguleikar. Norðmaðurin væntar, at búskaparligarligi vøksturin í fiski og alivinnuni fyrst og fremst fer at koma av tí at vinnan betri verður før fyri at gagnnýta tann partinum av tilfeinginum, sum ikki verður gagnnýtt í dag. Fyri at kunna gera hetta, er neyðugt við útbúgnum fólki innan búskap, biotøkni, marknaðarføring og so framvegis.
Við at vísa skúlabørnum hvat fiskivinnan hevur at bjóða og geva teimum frálæru um vinnuna so vilja størri partur av teimum ungu velja sær lívsleið innan vinnuna. Tað vil við øðrum orðum siga, at rekrutteringin av arbeiðsfólki til fiski- og alivinnuna nú byrjar longu í barnaárunum. Hetta er allarhelst neyðugt tí børnini nútíðar samfelagnum eru fjar frá tí samfelagi famiijan livur av og í. Ein onnur týdningarmikil orsøk til at vísa ungdóminum fiski- og alivinnuna er at geva komandi ættarliðum vitan um fiski- og alivinnuna eisini teimum, sum ikki kundu hugsa sær at havt sítt framtíðar yrki innan vinnuna. Hetta tíð at tey sum framtíðarborgarar og starvsfólk í einum landi sum í stóran mun livir av fiski- og alivinnuna koma at skilja vinnuna og hvørji viðurskifti gera seg galdandi í henni.
Í fjórða flokki
Verkætlanin byrjar við børnum í fjórða flokki. Flokkurin ger avtalu við ein bát, sum tey samskifta við via satelitt einaferð um vikuna. Skiparin sigur børnum hvar hann er staddur, hvussu fiskiskapurin er, hvat fiska verður, hvønn prís tei vænta o.s.v. Børnini plotta upplýsingarnar um fiskileiðina inn í eitt kort sum hongur í skúlastovuni og hinar upplýsingarnar brúka børnini at rokna út hvat báturin fær burturúr túrinum ol.
Í sætta flokki eru børnini í 2 vikur og arbeiða úti í fiski- og alivinnuni. Í samstarvi við skúlan hava virkini funni fram til arbeiðsuppgávur, sum børnini kunnu gera á virkjunum. Í áttinda flokki skriva børnini eina frágreiðing um vinnuvirksemi á staðnum og í tígginda flokki gera tey eina interaktiva framløgu av onkrum virki á staðnum. Frágreiðingarnar og fløgan við framløguni um vinnuna verða síðani brúkt sum undirvísingartilfar til komandi flokkar.
Eftir fyrilesturin týsdagin tók Føroya Ráfiskakeyparafelag stig til at skipa fyri einum fundi har íverksetan av líknandi verkætlan her í Føroyum verður á skránni. Í næstum verður fundur millum umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Reiðarafelag, Arbeiðarafeløgini og Undirvísingar og Mentamálastýrið, skrivar Vinnuhúsið.