Børnini í Sandoynni fáa nú betri umstøður til tannarøkt.
Tað er greitt eftir at kommunurnar í Sandoy hava vent sær til Tórshavnar kommunu um at fáa samstarv í lag um barnatannrøkt, eisini sertannlæknaviðgerðir.
Kommunur hava skyldu at veita ókeypis barnatannrøkt og sertannlæknaviðgerðir til børn og ung upp til 17 ár og í Sandoy eru eini 300 børn og ung í hesum aldursbólkinum
Nú er so ein avtala gjørd ímillum Tórshavnar Kommunu og Skúlasambandið í Sandoy um tannarøkt til sandoyarbørn. Øll vanlig barnatannrøkt verður í tannlæknahølinum í Meginskúlanum á Sandi, men børn og ung úr Sandoy, sum ganga í skúla í Havn, verða viðgjørd hjá barnatannrøktini í Havn.
Tað verður Sandoyar Skúlasamband, sum skal rinda fyri at gera tær ábøtur á tannlæknahølið í Meginskúlanum, sum barnatannrøktin í Havn biðjur um.
Og har tað er neyðugt, eru børn og ung í Sandoy eisini umfatað av sertannlæknaviðgerðini í Havn.