Børn og ung telva um FM

Mong føroyameistaraheiti standa upp á spæl, tá børn og ung í tilsamans fimm aldursbólkum fara at dystast í finalunum leygardagin

TALV

Undan finalunum, sum byrja í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag leygarmorgunin klokkan 10, hava innleiðandi úttøkukappingar verið í Vestmanna og Sandavági. Finalurnar verða í tilsamans fimm aldursbólkum, og vinnararnir gerast føroyameistarar í sínum aldursbólki.
Ein síðuvinningur er haraftrat til tveir teir bestu telvararnar í hvørjum av aldursbólkunum, sum er eitt pláss í norðurlandameistarakappingini, sum verður í Svøríki í februar mánaði. Eins og undanfarin ár, hava Føroyar 10 telvarar við í hesi kapping.
Tað, at bæði føroyameistaraheitini og NM-plássini eru at kappast um, hevur roynst Talvsambandinum væl, tí FM-finalurnar eru nakað serligt fyri børnini og tey ungu, sum eru við, og hjá ungu telvarunum eru hesar finalurnar eitt av hæddarpunktunum. Hetta hevur eisini gjørt sítt til, at fleiri nýggir og spennandi ungdómstelvarar eru lagstir aftrat.
Í FM-finalunum verður telvað soleiðis, at hvør telvari hevur hálvan tíma í part til hvørt talvið, og øll telvað ímóti øllum í hvørjum bólki. Stendur á jøvnum um trý tey fremstu plássini, verður umdystir við snartalvi, til vinnari er funnin og plaseringarnar greiddar.
Ikki er neyðugt at melda seg til í bólkunum frá U10 til U16, men Talvsambandið vil gjarna hava, at telvarar boða frá, um teimum ikki ber til at vera við til FM-finalurnar. Telvararnir í U20-bólkinum, sum eru føddir 1990-92, skulu melda seg til í seinasta lagi í morgin, og á www.faroechess.com ber til at kunna seg nærri um, hvussu tað skal gerast.