Børnini eru tey somu

Nógv er boytt síðan Maria Djurhuus sum 21 ára gomul fyrstu ferð fór til arbeiðis á Drotning Ingridar barnagarði í 1951. Men hóast broyttu umstøðurnar, so heldur hon ikki, at børnini í dag eru nógv øðrvísi enn barnagarðsbørnini fyri 50 árum síðan

Rúnar Reistrup


Nógv fólk var komið at ynskja tillukku og minnast aftur á gamlar dagar, tá 50 ára dagurin hjá Drotning Ingridar barnagarði varð hátíðarhildin leygardagin.

Hátíðarhaldið byrjaði við guðstænastu í Vesturkirkjuni klokkan ellivu á morgni og aftaná var opið hús í barnagarðinum.

Nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið, har tey sum børn høvdu sína dagligu gongd, so barnagarðurin var fullur av fólki allan dagin.


Ferðslan sendi børnini í barnagarð

Sjálvur barnagarðurin byrjaði longu í 1934 í Losjukjallaranum. Men so hvørt sum Havnin vaks, gjørdist eftirspurningurin eftir barnagarðsplássum størri, og avgjørt varð at byggja nýggj høli til barnagarðin.

Ingrid drotning legði grundarsteinin, og tí varð barnagarðurin uppkallaður eftir henni, tá hann stóð liðugur í 1950.

Maria Djurhuus, sum í nógv ár var leiðari á barnagarðinum, fór fyrstu ferð til arbeiðis har í 1951. Hon greiðir soleiðis frá:

- Havnin vaks skjótt tá í 1940?num og sama gjørdi ferðslan í býnum. Tað hevði við sær, at børnini, ið búðu mitt í býnum, ikki longur høvdu so góðar umstøður at spæla. Eg haldi at tað var ein orsøk til, at eftirspurningurin eftir barnagarðsplássum knappliga fór at vaksa. Tað var ikki so nógv tí at mammurnar fóru út at arbeiða, men heldur tí at børnini skuldu hava umstøður at spæla úti.

Og uttandura umstøðurnar vóru góðar í 1950, tá barnagarðurin stóð liðugur.

- Tá lá barnagarðurin í útijaðaranum av býnum og niðanfyri var bøður, har børnini plagdu at spæla, greiðir Maria frá.


Minnist tey flestu

Meðan vit sita á eini sofu á gongini millum barnagarðsstovurnar og práta, koma fólk í heilum yvir til fyrrverandi barnagarðsleiðaran og heilsa upp á. Nøkur eru farin um tey hálvtrýss - onnur fóru í skúla í fjør - men øll hava tey verið ansað av Mariu Djurhuus.

Samanlagt hevði hon starvast á Drotningar Ingridar barnagarði í 40 ár, tá hon fyri fimm árum síðan valdi at fara frá.

Í tey árini hevur hon upplivað hvussu umstøðurnar hjá barnagarðsbørnunum eru broyttar til tað betra.

- Tá eg kom her í 1951 vóru vit trý starvsfólk. Tríggjar barnagarðsstovur vóru at passa, so tað var ikki nógv tíð ein hevði til hvørt barnið. Plássið tá var heldur avmarkað eisini. Í dag hava vit tvær ferðir so nógv pláss, sum tá vit byrjaðu, men barnatalið er tað sama, greiðir Maria frá.

Hon sigur enn "vit" um barnagarðin, tí hóast tað eru fimm ár síðan at hon gavst at starvast har, so verður barnagarðurin altíð ein stórur partur av henni. Í hondini hevur hon eina mynd av nøkrum barnagarðsbørnum. Myndin varð tikin í 1950 og er sostatt av fyrstu børnunum, ið vóru ansað í barnagarðinum. Men hóast tað eru fimti ár síðan, veit Maria enn at siga, hvør er hvør á myndini.

- Eg minnist tey flestu, men tað er tó ikki altíð at eg kenni fólk aftur, tá tey koma yvir til mín og siga seg hava verið ansað av mær, tá tey vóru lítil. Eg havi jú kanska ikki sæð tey síðan tey blivu 7 ár, og nú eru tey vorðin tilkomin. Tá er ikki altíð so lætt at kenna tey aftur á útsjónd.


Ansa trimum ættarliðum

Nógv av børnunum eru ígjøgnum árini vend aftur til barnagarðin - sum foreldur at barnagarðsbørnum, og Maria sigur frá, at hon í summum førum hevur havt so mikið sum trý ættarlið undir síni hond.

- Tað vísir seg, at fólk, ið hava gingið her sum børn, senda síni egnu børn í barnagarð her, og tað er bara stuttligt, heldur Maria.

Men hóast hesi børnini eru uppvaksin undir heilt øðrum umstøðum, so eru tey í mangar mátar meinlík

teimum, ið gingu í barnagarði har fyri hávtrýss árum síðan.

- Tey hava nógv fleiri leikur at spæla við og fáast við heilt onnur ting enn børnini tá, men tá alt kemur til alt eru tey sera lík, sigur Maria, áðrenn vit skiljast, og hon aftur fer oman í nýinnrættaða kjallaran í Drotning Ingridar barnagarði, har gamlar filmsupptøkur frá barnagarðinum verða sýndar fyri teimum ungu og tilkomnu barnagarðsbørnunum.