Klaksvík: Leiðarin á Musikkskúlanum í Klaksvík, Helga Gerðalíð, er íslendsk av uppruna. Men seinastu 22 árini hevur hon búð í Føroyum og seks av teimum hevur verið leiðari á Musikkskúlanum. Ætlanin hjá henni var av fyrstan tíð at søkja inn og vera í Føroyum í eitt ár. Men nú eru 22 ár liðin, og Helga er framvegis í Føroyum.
- Mær dámar væl arbeiðið her. Tað er altíð stuttligt at arbeiða við børnum. Orsøkin til, at eg kom til Føroya er, at familjan hjá mær hevði samband við føroyingar í samkomuni Betesda, og har høvdu vit nógv samarbeiði, og tí gjørdi eg av at søkja sum leiðari og verða her í eitt ár, sigur Helga Gerðalíð, leiðari á Musikkskúlanum í Klaksvík.
Gravgangur
Helga ásannar, at gravgangurin at sleppa inn á Musikkskúlan, er framvegis stórur. Serliga er tað klaverspæl, sum stórur áhugi er fyri, men tað er tað allastaðni í landinum.
- Vit fáa ikki tikið øll inn, sum vilja spæla klaver. Tað ber ikki til bara at hava klaver. Vit hava nógv samstarv við Musikkskúlan í Odense, og har hava tey sett eina kvotu á klaver, soleiðis, at tað verður ikki meira enn 25% av næmingunum, sum eru klaverspælarar, og tað royna vit eisini her. Men hóast tað, so eru tað millum 30 og 40% sum spæla klaver, og tað er í so nógv, heldur Helga Gerðalíð.
Tørvurin á strúkarum er stórur. Og arbeitt hevur eisini verið við at fingið fleiri, men í Klaksvík hevur tað ikki eydnast so væl.
- Bíðilistarnir eru langir. Men tað er næstan bara klaver, sum hevur bíðilista. Til strúkarar eru altíð pláss, og oftast eisini til messing. Tað vísir seg, at klaver og floytur er tað, sum er best umtókt.
Tað er ongin trupulleiki við lærarum á Musikkskúlanum. Í Klaksvík eru tað fýra lærarar, sum búgva í Klaksvík, og gittarlærarin og cellolærarin ferðast úr Havn.
- Í vetur hava vit fingið Høgna Klakstein at undirvísa í slagverki eisini, so tað er ikki nakar trupulleiki við lærarum. Vit fáa eisini nýggjan messing-lærara nú. Spurningurin er meira um, hvussu nógvir pengar verða okkum játtaðir, sigur leiðarin á Musikkskúlanum.
Hølisviðurskifti
Musikkskúlin í Klaksvík er í Gamla Skúla í Gerðagøtu. Og viðurskiftini har eru ikki av tí besta.
- Okkara størsti trupulleiki er hølisviðurskiftini. Vit eru í roynd og veru heppin at hava okkara egnu høli, tí vit eru tann einasti skúlin saman við Havnini, sum hevur egin høli. Hinir musikkskúlarnir halda til í fólkaskúlunum. Men skúlin her er gamal og illa isoleraður, og rúmini eru bæði ov smá og ov fá, sigur Helga.
- Tað er týdningarmikið, at lærararnir fáa undirvíst samstundis, og ikki alla tíðina noyðast at passa seg eftir hvør øðrum. Undirvísingin byrjar ikki fyrr enn aftaná skúlatíð, so vit hava ógvuliga avmarkaða tíð at undirvísa í, so vit eru minni heppin við arbeiðstímunum.
Ætlanir hava ligið frammi á borðinum um útbygging ella við at flyta í onnur høli, men tað hongur alt í leysari luft enn. Serskúlin er hinumegin veggin, og teirra umstøður eru heldur ikki ov góðar.
- Umstøðurnar fyri tónleiki í Klaksvík eru sum heild vánaligar. Vit hava onki konserthøli og fyri skúlan her, eru umstøðurnar langt frá nøktandi, heldur Helga, sum tó ikki vil geva nøkrum einstøkum skyldina fyri hetta.
- Kommunan hevur ábyrgd av, at skúlin fær høli, so tað er teirra borð, men viðvíkjandi konsertsali, so eru tað nógv sum kundu tikið ábyrgdina av tí.
Meira klassiskt
Helga Gerðalíð metir tað verða ógvuliga týdningarmikið at leggja tónleik í børnini frá ungum árum av.
- Ja, hetta kundu vit tosað leingi um, sigur hon og flennir. - Tey flestu byrja á musikkskúlanum um sjey-átta ára aldur. Men um tey skuldu byrjað fyrr, so hevði hetta kravt eitt nógv størri samstarv millum nógv lið. Foreldur, lærarar, skúla, og so framvegis.
Eitt sindur fílist Helga tó inn á útvarpið.
- Útvarpið kundi væl gjørt meira við klassiskan tónleik. Bæði lættan og tyngri. Tey spæla mest undirhaldstónleik, og børnini vaksa upp við poppi og rocki. Vit undirvísa í klassiskum, og okkum vantar eina brúgv ímillum. Musikklærarafelagið hevur víst á hetta, og teir eru eitt sindur argir inn á útvarpið, tí tað sum almennur stovnur átti kanska at verið meira upplýsandi.
Kanningar vísa eisini, at børn sum læra at spæla eitthvørt ljóðføri hava lættari við at læra í skúlanum. Tey klára betri at savna seg, og eisini børn, sum hava havt trupulleikar, og síðani byrja at spæla, eru sloppin av við trupulleikarnar.
- Í hesum tíðum við telduspølum og øllum hesum, so eru børn nógv einsamøll. Á Musikkskúlanum spæla tey saman, tá tey venja messing og strúkarar, og soleiðis fáa tey gleði av hvørjum øðrum, og tað er ógvuliga týdningarmikið. Tey mennast bæði sosialt og persónliga í hesum umhvørvinum, heldur Helga Gerðalíð.
- Og tó. Tey sum spæla messing, spæla kanska meira fyri nøkrum, tí tey kunnu fara í hornorkestrið, tá tey eru liðug her. Men vit eru farin undir eitt barnasymfoniorkestur, har Klaksvík, Havn, Runavík og Vestmanna savnast fýra ferðir um árið, sum eitt slag av fyrireiking til symfoniorkestrið. Vit vóna, at hetta fer at vera byrjanin til eitt fast orkestur.
Tað ganga 120 næmingar á Musikkskúlanum í dag. Høvdu øll sloppið inn, sum søktu, hevði talið ligið um 150-60 ella meira.
- Vit gera onki fyri at fáa nýggjar næmingar, tí tá verður tilgongdin so stór, at vit noyðast bara at siga nei, sigur Helga Gerðalíð at enda, sum droymir um ein konsertsal og ein skúla sum eru í sama bygningi.