Børnini mugu bíða eitt sindur enn

Tíðarætlanirnar halda ikki, men tá ið teir tríggir dagstovnarnir Á Flat, Undir Fjalli og Inni á Gøtu verða lidnir sleppa 82 børn inn á dagstovn og 30 børn fáa nýggja spælistovu.

Tað letur til, at børnini, sum hava fingið at vita, at tey sleppa inn í nýggja dagstovnin Inni á Gøtu og Á Flat, nú hann er útbygdur, mugu bíða eitt sindur longri enn upprunaliga væntað. Uppíbyggingin á stovninum Á Flat er liðug, men bíðað verður eftir innbúgvinum, ið kemur hálvan í hesum mánaðinum.

- Tað vísir seg at taka longri tíð enn vit hava ætlað. Eftir ætlan skuldu børnini sleppa inn á stovnin Á Flat 1. januar, men nú er tað broytt til 1. februar, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Á Flat sleppa 20 børn inn og tey hava øll fingið boð.


Seinkað

Uppíbyggingin Undir Fjalli gongur fyribils sum ætlað. Eftir ætlan sleppa 20 børn inn har 1. mars.

- Vit hava fingið boð frá byggitakaranum á dagstovninum Inni á Gøtu, at tíðarætlanin heldur ikki. Tað hevur verið rættiliga óarbeiðsligt í vetur. Tann stovnurin skuldi eftir ætlan takast í nýtslu 1. mars, men tað verður nakað seinni, sigur Leivur Hansen.

Stovnurin Inni á Gøtu fer at taka 42 børn umframt verður spælistova til 30 dagrøktarbørn.

- Vit hava ikki frætt frá landsstýriskvinnuni í Almanna- og heilsumálum enn, hvussu játtanin til barnaansingina verður býtt á fíggjarlógini. Í næstum fara vit í býráðnum at taka støðu til, hvat annað verður gjørt á hesum økinum, sigur Leivur Hansen.

Í 1999 eru 1,8 mill. krónur settar av til kontantgjaldið, sum foreldur, ið eiga børn yngri enn 12 mánaðir fáa fyri ikki at hava børn á stovni. Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn hevur kært býráðið til kommunala eftirlitið fyri at gjalda út uttan at hava lógarheimild. Í løtuni verður kæran viðgjørd á Lógardeildini í Tinganesi.