Trygging
Nú eru øll børn, sum eru í barnaansingini á Tvøroyri tryggjað.
Tað hava tey ikki verið og eftir at onkur hevur gjørt vart við tað hjá býráðnum, hevur umsitingin kannað málið.
Býráðið kom eftir, at tað var rættast at børnini, sum eru í dagrøkt, eru tryggjað, tí í løtuni er tað ongin trygging sum tekur við, um eitt óhapp skuldi hent og okkurt barn brýtur sær brillurnar, brýtur tenn, ella um álvarsligir skaðar henda.
Talan er um 153 børn, sum tilsamans eru í barnagarði, dagrøkt ella í frítíðarskúlanum.
Býráðið hevur fingið eitt tilboð frá tryggingini um at tryggja øll børnini.
Hetta er ein trygging, sum kostar kommununi 11.500 krónur um árið. Men afturfyri veitir tryggingin upp til 500.000 krónur í endurgjaldi , um eitt barn verður avlamið, hon letur upp til 25.000 krónur í endurgjaldi fyri tannskaðar og 17.000 krónur í endurgjaldi um eitt barn doyr.