Búskaparráðið og fiskivinnan enn einaferð

Vit hava einki ímóti, at ein opin fiskidagamarknaður verður settur á stovn. Men tað sum Búskaparráðið skjýtur upp, er at okkara núverandi fiskiloyvir skulu inndragast og øll okkara høvuðsvinna skal síðani bjóðast út á aukt

ión fyri eitt styttri tíðarskeið í senn.

Avleiðingarnar av hesum verða ræðuligar, tí ongin kann hava skip og útróðrarbátar undir so ótryggum viðurskiftum.

Alt er í prinsippinum ogn Føroya fólks. Men fyri at fáa ogn Føroya fólks til samfelagsskapt virði, er neyðugt, at fólk leggja rygg til og fara inn við váðafúsum kapitali. Úrslitið av hesum er m.a. fyri fiskiflotan, at vit løgdu uml. 100.000 tons uppá land til føroysku flakavirkini í fjør. Hetta skapti so aftur virðir, arbeiðspláss, skattainntøkur o. s. fr. Óneyðugt er at greiða frá, hvønn týdning hetta hevur fyri samfelagið.

Politikarar eru valdir til at umsita ogn Føroya fólks. Men Búskaparráðið fer so langt út um alt mark, at teir skjóta upp, at hesin fiskidagamarknaður skal vera einaráðandi t.v.s. uttanfyri (les omanfyri) okkara demokratiskt valda løgting.

Uppskot Búskaparráðsins hóttir ikki bara við at taka fótin undan føroysku fiskivinnuni og øllum teimum, ið av henni liva ? uppskotið er í veruleikanum ein hóttan ímóti sjálvum demokratinum. Og hetta er bert byrjanin. Tað næsta verður restin av fiskiflotanum, bóndagarðar, alibrúk o.s.fr.

Hesir maktsjúku menn hava eina ætlan um at fáa tað totala valdið á fiskiflotanum ? jú, víst er her vandi á ferð.


Bjarti Mohr