Búskaparráðið: Vit liva av at gera sum onnur

Útbúgving, gransking, opinleiki og kapping. Hesi eru lyklaorðini í nýggju frágreiðingini frá Búskaparrðanum, ið kallast Tøknilig menning og vælferð, har m.a. verður mælt til at styrkja kappingarráðið og at einskilja almennar fyritøkur. Rátt verður frá at stuðla ófaklærdum fiskaarbeiði, um vit skulu verða eitt av heimsins ríkastu londum í 2015

BÚSKAPUR

MYNDATEKSTUR:



Johnny í Grótinum legði nýggju frágreiðinga fram á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum fríggjamorgunin
Mynd: Jens Kristian Vang




Tað, sum føroyingar liva av, er ikki bara fiskur. Nei, tað sum føroyingar liva av, eru okkara at herma eftir øðrum. Ella sagt við orðunum hjá Búskaparráðnum:
- Tað, sum føroyingar veruliga liva av, er ein væl mentur førleiki at innflyta og tillaga útlendskt uppfunna tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi.
Hetta kann sigast at vera høvuðsniðurstøðan í frágreiðingini Tøknilig menning og vælferð sum Búskaparráðið legði fram fyri almenningin í gjár.
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, tók í gjár ímóti fjølmiðlunum í Fíggjarmálaráðnum, har hann greiddi frá høvuðsboðskapinum í tí nýggju frágreiðingini, og hann er rættiliga greiður: Tað almenna skal skapa fortreytir fyri at búskapurin kann vaksa, men tað almenna skal ikki blanda seg ov nógv upp í vinnulívið. Sum dømi nevndi formaðurin svartkjafta- og kemilkaliuflotan í áttatiárunum, ið hann metti sum eina forðing fyri at búskapurin kundi vaksa, eins og tann politiska skipanin í Føroyum hevur lyndi til at stýra og varðveita ov nógv í vinnuni.
Í frágreiðingini verður nevniliga staðfest, at endamálið við øllum búskaparligum virksemi er at veita størsta møguliga vælferð hjá borgarunum. Í einum ríkum búskapi hava borgararnir fleiri valmøguleikar, og av tí sama verður lættari at verja umhvørvið, veita útbúgving o.s.fr. Stutt sagt, verður rásarúmið størri. Hetta munnu tey flestu vera samd um. Spurningurin er so, hvussu vit skapa búskaparvøkstur.
 
 
Føroyar á 20. plássi
 
Sambært hagtølum hjá OECD frá 2002 liggja Føroyar á einum tjúgunda plássi, tá BTÙ pr. íbúgva verður roknað út, og er hetta kanska ikki so galið, men staðfestast má, at vit ikki eru eins rík og okkara grannalond.
Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er ætlað sum framhald av temafrágreiðingini hjá Buskaparráðnum frá 2004. Saman við tí frágreiðingini kann hon síggjast sum ein eind, ið er ætlað sum eitt íkast til Visión 2015 hjá Landsstýrinum, ið eisini snýr seg um búskaparvøkstur.
Búskaparráðið leggur dent á, at eingin kennir framtíðina, og tí leggur frágreiðingin upp til eina satsing.
Ráðið metir, at munurin millum ta strategi, ið kemur fram í frágreiðingini og aðrar strategiir, ið stundum hava verið at sæð í føroyska kjakinum, er, at henda er búskaparfrøðiliga undirbygd.
Frágreiðingin vísir sum nevnt á, at størsta styrkin hjá føroyska búskapinum er ein væl mentur førleiki at innflyta og tillaga útlendskt uppfunna tøkni til framleiðslu. Sum dømi nevnir Johnny í Grótinum m.a. teldu- og skipsútgerð, ið vit ikki sjálvi hava uppfunnið, men kortini duga at brúka. Búskaparráðið grundgevur fyri hesum við at siga, at hóast vit ikki hava uppfunnið stórvegis í Føroyum, so er inntøkustøðið her á landi hóast alt sera høgt samanborið við flestu onnur lond í heiminum. Samfelagsliga uppgávan at økja ta búskaparligu menningina merkir tí tað sama sum at halda fram við at menna førleikan til at tillaga útlendska tøkni í okkara framleiðslu.
 
Írland ein fyrimynd
 
Johnny í Grótinum sigur, at altjóðagerðin er ein einastandi kjansur hjá pinkubúskapum sum tí føroyska at náa øktari virðisskapan, tí samskiftisprísirnir við útheimin eru lækkandi, og tær handlisligu forðingarnar eru minkandi, og tað skuldi ført til økta altjóða samvinnu.
Uppgávan hjá tí almenna er tí týdningarmikil, tí hon inniber at stuðla skifti av vinnubygnaði til vitanartyngri framleiðslur. Tað merkir, at neyðugt er at fara burtur frá handamegi. Sum dømi um búskaparvøkstur ger frágreiðingin fitt burtur úr tí írska undrinum. Stóri framleiðsluvøksturin í Írlandi seinastu 40 árini er sambært frágreiðingini bæði orsøk til og ein fylgja av, at vinnubygnaðurin í Írlandi er broyttur sera skjótt. Í 1960 arbeiddu 40 prosent av írsku arbeiðarafjøldini í tilfeingisvinnuni, sum er landbúnaðurin. Í dag starvast 9 prosent í hesi vinnu í Írlandi og 1,5 prosent í Danmark starvast í tilfeingisvinnuni.
Hinvegin kann vansin við at liva av at framleiða tøknilig tól, sum jú ikki eru tilfeingi, kann tó eisini merkjast við, at prísurin á hesum vørum kann falla. Eitt nú hevur Finnland við Nokia á odda merkt til hetta, tá prísurin á t.d. fartelefonum er fallin.
 
Fólk skulu lesa tað, tey hava hug til
 
Búskapaðarráðið mælir staðiliga frá, at tað almenna fer inn í útbúgvingarverkið og roynir at stýra, hvørja útbúgving fólk skulu velja. Sum dømi verða úrslit úr Danmark í áttatiárunum nevnd, har ein politiskt royndi at beina fólk inn á ávísar útbúgvingar. Danir merkja enn neilig árin av hesum, staðfestir frágreiðingin Tøknilig menning og vælferð.
Heldur mælir Búskaparráðið til tað, ið tey kalla krativt kaos, tí sum tey siga, so ganga tey, sum hava tey veruliga góðu uppskotini, Føroyar skulu liva av, í onkrum skúlagarði og spæla bólt ella band. Bæði kynini sleppa nevniliga við í rapportina, sigur Jóhnny í Grótinum. Tvs. at landið skal ikki avgera, at nú skulu vit útbúgva nógvar skiparar ella læknar, tí tað er ungdómurin sum hyggur eftir MTV í dag, ið skal skapa og koma við hugskotum, sum skulu styrkja búskapin í framtíðini, staðfestir Johnny í Grótinum.
Hetta krevur, at vit góðtaka og royna at tillaga okkum til broytingar, samstundis sum tað krevur, at tað almenna veitir hjálpandi hond í tillagingini.
Búskaparráðið mælir tí til, at ta nágreiniligu satsingina mugu einstaklingar og fyritøkur finna útav, meðan tað almenna endiliga ikki má seinka tillagingini av vinnubygnaði ella velja at stuðla serliga útvaldum vitanartungum vinnugreinum, og Johnny í Grótinum dylir ikki fyri, at tann ætlaða granskaraparkin fyri 90 milliónir  
kann fatast sum ein partur av hesum, ið Búskaparráðið ávarar ímóti.
 
Føroyingar sibbar
 
Tá tosað verður um kreativt kaos í einum dynamiskum marknaðarbúskapi, skulu vit eisini rokna við, at arbeiðspláss og vinnugreinir skifta. Í Danmark hvørva ein stórur partur av nýstovnaðum fyritøkum eftir 7 árum, og 20 prosent av arbeiðsmegini verður útskift.
Í hesum sambandi at er týdningarmikið at útbúgva fólkið, og Búskaparráðið himprast ikki við at seta Føroyar á eitt sokallað sibbapláss í nøkrum av teirra talvum og hagtølum. Eitt nú eru bert 39,6 prosent av føroyingum millum 10 og 24 ár í læru ella innskrivaðir í onkrum skúla, meðan talið hjá tí norðurlenska toppskoraranum á hesum øki, Svørík, er 55 prosent. Somuleiðis eru vit aftast, tá talan er um gransking.
Spurningurin um tað er ein trupulleiki ella eitt ekin, at tann privati sektorurin granskar so lítið í Føroyum, skal helst svarast við, at tað er eitt tekin, sigur Johnny í Grótinum. Hann metir tað nevniliga vera eitt tekin um, at vit hava tøkni og innflyta tøkni til okkum sjálvi at brúka.
Sum dømi nevnir formaðurin í Búskaparráðnum, at Føroya Tele júst hevur keypt ein part av ensku breiðbandsfyritøkuni Telabria. Eitt av argumentunum fyri at keypa seg inn í ta ensku fyritøkuna, er at menna føroyskar skipanir til útflutnings, og tí fer hetta ikki at síggjast aftur í teimum føroysku granskingarhagtølunum, hóast hetta verður gransking, sum Føroya Tele fær gagn av.
 
Vinnutyssi
 
Loysnunarorðini í nýggju frágreiðingini eru útbúgving og gransking, opinleiki og kapping. Eitt nú er opinleiki neyðugur, tí føroyingar gera ikki nógvar íløgur uttanlands, og útlendingar investera enn minni í Føroyum. Harafturat er kapping á heimamarknaðinum gagnlig, tí annars verður talan um einstáttaðar vørur, sigur Búskaparráðið í frágreiðingini, og nevnir føroyskar bókmentir, har fáir rithøvundar hava møguleika at liva av at skriva, og tí gerst fjølbroytnið og framleiðslan so lítil. Hinvegin eru Silicon Valley við sínum telduídnaði. Milano við sínum mótaídnaði og Hollywwod við sínum filmsídnaði dømi um heimamarknaðir, har tann lokala kappingin er avgerandi fyri hesi støð. Hetta verður kallað vinnutyssi. Eitt vinnutyssi er ein savnan av fyritøkum innan somu vinnugrein á sama stað, sum ikki kann forklárast við eginleikum hjá staðnum sjálvum. Tað er serliga búskaparfrøðingurin Michael Porter, ið hevur skrivað um hetta evnið.
Tí mælir Búskaparráðið til at styrkja kappingarráðið, at einskilja almennar fyritøkur og at avtaka stuðulsskipanir, so kappingin í føroyskari framleiðslu gerst só stór sum gjørligt. Her krevst eisini meira tøkni, og tí eisini meira útbúgvið fólk.  Niðurstøðan hjá Búskaparraðnum er tí, at skulu vit fjølgast í Føroyum við hægri livistøði, er einki annað at gera enn at satsa upp á hægri produktivitet gjøgnum og útbúgving. Hetta merkir eisini, at skulu vit vera eitt av heimsins ríkastu londum í 2015, so hongur hetta heilt einfalt ikki saman við, at vit verja ófaklærdu arbeiðsplássini í fiskivinnuni.