Búskapur og vinna: Ford sigur upp

Bilverksmiðjan Ford hevur sambært bretska blaðnum Financial Times gjørt av at siga umleið 20.000 fólk úr starvi, samstundis sum fleiri verksmiðjur í USA skulu latast aftur.

Ford Motor Company er heimsins størsti bilframleiðari, men felagið hevur havt trupulleikar í seinastuni við minkandi marknaðarparti og stórum halli, samstundis sum brek hava verið við fleiri av bilunum.
Leiðslan gjørdi tí herfyri at fara undir eina stóra bygnaðarbroyting, og uppsagnirnar eru ein liður í hesum broytingum.
Í oktober fekk Ford nýggjan stjóra, tá langabbasonur gamla Henry Ford, William Clay Ford, tók við eftir Jacques Nasser.