Randi Jacobsen
Umhvørvisstovan gav reiðarínum hjá línubátinum Váðasteini 51.000 krónur í sektaruppskoti fyri, at olja fleyt yvir av skipinum ein sunnudag í fjør. Reiðaríið vildi ikki gjalda bótina, og málið fór tí í rættin.
Dómurin í rættinum var tann sami sum sektaruppskotið, og reiðaríið skal haraftrat gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Tað serliga við hesum máli var, at automatiska pumpuskipanin varð sett til at pumpa olju úr goysmlutanganum yvir í nýtslutangan, og tá ið skipið hevði lagt at, fór maskinmeistarin í land.
Váðasteinur lá mannleysur, meðan oljupumpingin fór fram.
Út á dagin varnaðust fólk, at olja fleyt úr skipinum, og sór alt í gongd.
Tað kom fram í rættinum, at reiðaríið ongar forskriftir hevði fyri oljupumping, og Umhvørvisstovan skuldsetti reiðaríi fyri ósketni við at líta blint á automatisku pumpuskipanina, sum í hesum førinum ikki riggaði.