Hugtakið Bót til Bata tók seg upp millum kvinnur, ið sjálvar vóru viðgjørdar fyri krabbamein í brósti. Tær hildu, at aftan á skurðviðgerðina var stórur tørvur á at tosa við aðrar, sum høvdu upplivað tað sama, og sum kanska kundu svara teimum nógvu spurningunum, sum hópaðu seg upp.
Fyri 10 árum síðan varð so stovnandi fundur hildin av bólkinum. Í hesum sambandi skipar Føroya Felag móti Krabbameini fyri ymiskum tiltøkum í okt. mánaða.
Komandi tiltak verður á Torginum í SMS. Har fer Bót til Bata saman við FÁ2 (tað er ein fakligur áhugabólkur av sjúkrasystrum, ið starvast við krabbameins og AIDS sjúklingum. Bókurin hoyrir undir Sjúkrasystrafelag Føroya) at skipa fyri upplýsing um bróstkrabbamein og um fyribyrging av hesum.
Tað verður gjørt á tann hátt, at allar kvinnur hava her høvi at koma og hoyra og fáa upplæring í sjálvskannan av bróstunum. Í hesum sambandi kemur føroyska sjúkrasystirin Anna Maria Kristensen, búsitandi í Esbjerg, Ribe Amt, at greiða frá og undirvísa um sjálvkannan av bróstinum. Har hava tey nevniliga í fleiri ár gjørt eitt miðvíst arbeiði við undirvísing og upplæring í hesum evni, við góðum royndum.
Harumframt verður greitt frá bólkinum Bót til Bata, hvørji tilboð bólkurin hevur. Eisini verður upplýsandi tilfar at fáa um krabbamein í brósti og um fyribyrging sum heild.
Í Føroyum eru uml. 20 tilburðir av bróstkrabba árliga, og talið er vaksandi. Teir flestu knútarnir í bróstunum (90-95%) verða funnir av kvinnunum sjálvum. Tí er tað av stórum týdningi, at kvinnur læra at kanna og »kenna« síni egnu bróst, soleiðis at møguligir knútar verða funnir og tiknir so tíðliga sum møguligt, og harvið ikki útvikla krabbamein.
Tiltakið verður sum sagt á Torginum í SMS fríggjadagin 30. okt. og leygardagin 31. okt.