Arbeitt verður nú við at seta lyftu í Báta-og Listasavnið í Leirvík. Her hevur eingin lyfta verið, og tí hevur tað verið at kalla ómøguligt hjá fólki í koyristóli at síggja ríka og forvitnisliga savnið.
Tað er eitt byggifelag, sum ger arbeiðið, og síðan er tað ein annar veitari av sjálvari lyftuni. Hetta er eitt arbeiðið, sum samanlagt fer at tátta í eina miljón krónur.
Í Eysturkommunu hevur verið arbeitt við at gera kommunalar bygningar atkomiligar - eisini hjá fólki í koyristóli. Her er longu nógv gjørt, men enn er ymiskt eftir, sum skal fáast frá hondini.
Tað var í mai mánaði í 2000, at Báta- og Listaasavnið í Leirvík á fyrsta sinni læt upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið hjúnini, Jórun og Osmund Justinussen, hava savnað saman.
Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.
Á heysti í 2012 avhendaðu Jórun og Osmund Justinussen Báta- og Listaasavnið til Sjálvsognarstovnin “Báta- og Listasavnið í Leirvík” - og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu.