Ólavur í Beiti
Týsdagin løgdu teir tríggir flokkarnir Javnaðar-, Sambands- og Miðflokkurin fram uppskot um almannaveitingar. Hans Pauli Strøm, sum legði uppskotið fram vegna hesar flokkar, lýsir fyrst málið í viðmerkingunum, og sigur, at høvuðsgrundgevingin hjá umboðum meirilutans fyri ikki at taka undir við hesum uppskoti um hækkingar av fólkapensjónsviðbótunum var, at man vildi bíða eftir tí uppskoti frá landsstýrismanninum í almannamálum til ein pensjónsreform, sum landsstýrismaðurin segði var ávegis.
? Enn er tó einki uppskot til pensjónsreform komið frá landsstýrismanninum, og tykist heldur einki at røkjast fyri tí, áðrenn freistin fyri at seta fram lógaruppskot í hesum skeiði verður úti um fáar dagar. Ein reformur, sum hevði grundað pensjónina á eina uppsparing gjøgnum eitt langt arbeiðslív, hevði heldur ikki nøktað tann bráneyðuga tørvin fyri eini hækking av fólkapensjónunum, vísti Hans Pauli Strøm á.
? Vit halda ikki, at tingið kann koma sær at lata hesa fyrstu tingsetu í hesum nýggja valskeiði fara, uttan at tingið fær høvi til at viðgera og samtykkja eina hækking av fólkapensjónini, sum tingmenn annars tykjast at vera samdir um, er átroðkandi neyðug. Pensjonistar kunnu jú ikki sjálvir áseta sína inntøku, hvørki sum t.d. løntakarar í samráðingum við arbeiðsgevarar, ella t.d. sum tingmenn við lóg.
? Allir tingmenn eru samdir um, at fólkapensjónin seinastu mongu árini er afturúrsigld. Einasti batin hesi árini er arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, ið byrjaði útgjald sítt í apríl í 1997. Tann partvísa javningin av almannaveitingum, herundir fólkapensjónini, sum varð sett í verk fyri jól, er bert eitt lítið endurgjald fyri ta stóru virðisminking, sum fólkapensjónin hevur verið fyri seinastu árini, síðan javningin av pensjónunum varð tikin av í 1993.
Munandi hækking
? Hóast vit viðurkenna, at allir fólkapensjonistar hava verið fyri stórum reallønarmissi, meta vit tað vera mest neyðugt fyrst og fremst at bøta um fíggjarligu korini hjá teimum pensjonistum, ið bert hava almennu fólkapensjónina at liva av, og hjá teimum, ið ikki hava stórvegis av aðrari inntøku.
? Tí skjóta vit upp at hækka pensjónsviðbótina til stakar fólkapensjonistar við kr. 1300,00 mánaðarliga og pensjónsviðbótina til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 850,00 mánaðarliga.
? Henda hækking skal henda í tveimum stigum, soleiðis at fyrra helvtin av hækkingini kemur í gildi 1. apr. 1999 og seinna helvtin 1. jan. 2000. T.v.s. at 1. apr. 1999 hækkar pensjónsviðbótin til stakar fólkapensjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjónsviðbótin til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga. 1. jan. 2000 hækkar pensjónsviðbótin aftur, til stakar fólkapensjonistar við kr. 650,00 mánaðarliga, og pensjónsviðbótin til hvønn, tá talan er um hjún, við kr. 425,00 mánaðarliga.
40 mió.
? Í dag fáa nógvir pensjonistar ískoyti til pensjónina, orsakað av at pensjónin er so lág. Uppskotið fer at hava við sær, at hesi ískoyti í summum førum lækka ella fella burtur, og harvið vil hetta eisini hava við sær eina sparing fyri landskassan. Orsakað av at pensjónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 1 mió. kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi 15 mió. kr. fyri 1999.
? Orsakað av at pensjónsviðbótin verður hækkað, kemur javningin av almannaveitingum at kosta landskassanum uml. 2 mió.kr. meira. Nettokostnaðurin fyri landskassan verður sostatt mettur til í mesta lagi 40 mió. kr. fyri ár 2000, segði Hans Pauli Strøm m.a., tá ið hann legði uppskotið fram.