Bátaframsýning vitjar

Í dag, 6. juni, kemur M/S Nordwest til Føroya. Umborð er bátasýning við norðurlendskum bátum og Føroyar eru eisini umboðaðar

Í dag kemur M/S Nordwest á Havnina. Skipið verður í Føroyum til 12. juni og hesar dagarnar verður møguleiki at vitja umborð. Umborð er nevniliga stór framsýning riggað til við norðurlendskum bátum. Sýningin nevnist Bátar og Fólk í Norðurlondum.

Sýningin hevur verið sera væl vitjað. Í fjør varð vitjað í 18 býum og meira enn 50.000 fólk vitjaðu umborð.

Í ár verður farið útum Svøríki at vitja og Tórshavn er partur av hesi ferð. Fleiri norðurlendsk lond hava verið við til at fyrireikað framsýningina og umborð á Nordwest er eisini eitt føroyskt seksmannafar. Sýningin er svensk og Fornminnissavnið stendur fyri føroyska partinum.

20 bátar eru við á sýningini. Norðurlond hava felags mentanararv og bátar og fólk ferðaðust um høvini. Men søgurnar eru mangar aftanfyri teir ymsu bátarnar og bátarnir eru sera ymiskir.

Nordwest kemur úr Stockholm til Føroya. Vitjað verður í 11 londum í summar og úr Havnini verður farið til Reykjavíkar.it nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum eitt stig á leiðini.

At enda sigur formaðurin í dómarafelagnum, at tað nú ræður um hjá teimum at koma víðari, soleiðis at fótbólturin verur tæntur sum best.

- Høvdu vit hildið fast um, dystirnir ikki skuldi spælast, hevði hetta fyrst og fremst rakt feløgini og ikki FSF, og tað var jú ongantíð ætlanin við tiltakinum, sigur formaður felagsins at enda.