"Býtisbarnið” – ein moralskur uppsangur

Innari svínhundurin fær ein hvøkk, meðan næstrakærleiki fær eina akutta meining í leikinum Býtisbarnið, ið verður sýndur í Norðurlandahúsinum í løtuni


”Vita tit, hvat eitt býtisbarn er fyri nakað?”

Sjónleikarin Marita Dalsgaard hyggur spyrjandi út yvir tey gott 200 skúlabørnini, ið eru savnað at hyggja at sjónleiki í Norðurlandahúsinum hesa løtuna.

”Ja... øhh ... nei”, ljóðar tað forvitið og ótolið úr salinum.

Og so fáa vit fyrst søguna um, hvussu huldufólk fyrr í tíðini onkuntíð stjólu menniskjabørn og løgdu sítt egna, ljóta huldubarn í staðin. Einasti mátin, at býta eitt sovorðið býtisbarn um aftur, var at buka huldubarnið til blóðið sprændi so illa, at huldumamman sjálv kom aftur við menniskjabarninum og tók huldubarnið við sær aftur. 



Skal, skal ikki

Børnini halda ondini, tá Marita Dalsgaard við eitt umskapast til eina slevandi og óhugnaliga huldukonu, sum tevjar menniskjalugt frá einum hestavogni, ið kemur framvið. Í vogninum sita eini so fegin bóndahjún við sínum nýfødda soni. Brádliga gerast hestarnir skakkir av onkrum og loypa upp frá, so barnið dettur úr vogninum. Nú er lag á manni hjá huldukonuni at stjala menniskjabarnið - og er tað í grundini ikki heilt rímiligt, tí:

”Hví eru menniskjabørnini so vøkur, meðan okkara eru ... hmm .. ikki so øgiliga vøkur?”, spyr huldukonan.

Løtan, har huldukonan stríðist við sína trongd at stjala menniskjabarnið, er ein av teimum bestu í leikinum Skiftingen, sum leikbólkurin Fair Play spælir í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar. Tað er, sum berjist Marita Dalsgaard við eitt ógvusligt og livandi trøll, í royndini at standa móti freistingini. Og tá hon umsíðir gevur eftir og fer luskandi avstað við barninum, skilja vit hana væl, og hava mest sum samkenslu við henni. Men tað hava vit eisini við bóndakonuni, sum júst hevur mist sín einasta son, og sum ikki kann fáa fleiri børn. 



Sannførandi spæl

Soleiðis verður frá byrjan í leikinum lagt upp til, at áskoðarin sendir eitt moralskt eygnabrá langt inn í seg sjálvan. Ber tað til at elska eitt barn, sum er ljótt sum arvasyndin og hartil ikki er títt egna? Hava vit ikki øll rætt til at fáa fullkomin og vøkur børn? Og hvat við barninum? Víst er tað synd í bóndahjúnunum, at tey hava mist sonin og nú skulu dragast við hetta mishátta býtisbarnið. Men barnið hevur jú onki gjørt, og tí hevur tað ikki uppiborið at verða bukað og bart.

Sum um støðan ikki er nóg ræðulig frammanundan, eru bygdafólkini nú eisini farin at slatra um vannlukkuna, sum er hend bóndahjúnunum.

Uttan onnur amboð enn teskandi røddirnar, sigandi eygnabrá og hábrøgd skapa teir fýra leikararnir snildisliga og sannførandi eina mynd, sum vóru tey ein heilur hópur av slatrandi bygdarfólkum. Saman við bygdafólkunum glepsa og goyr okkara innari svínhundur í hatri til óbodna og fremmanda býtisgestin, saman við onkrari løgnari blanding av hevndarhuga, skaðafrøi og falskari samkenslu við bóndahjúnunum.

Skundaður av bygdafólkinum og sínum egna ráðaloysi, byrjar bóndin at buka býtisbarnið, sjálvt um konan tykist so hjartaliga synd í tí.

”Men vilt tú ikki hava tín egna son aftur?”, spyr bóndin konuna.

Eina løtu er púra kvirt.

”Jú, men ikki, um tað skal vera uppá handan mátan”, svarar bóndakonan avgjørd, og tekur býtisbarnið upp í fangið. 



Ver móti øðrum ...

Til endan gevur bóndin upp. Hann kann snøgt sagt ikki góðtaka, at ala upp eitt so mishátt barn, sum ikki er av hansara egna blóði. Og sjálvt um bóndakonan elskar mann sín yvir alt, letur hon hann fara. Hon góðtekur, at tað er prísurin hon má gjalda fyri sín kærleika til býtisbarnið.

Ì leikinum Skiftingen er hetta tað, ið skal til, fyri at fáa menniskjabarnið aftur. Og so skuldi alt jú verið gott aftur. Men ikki í hesum leikinum. Tá bóndahjúnini spyrja afturkomna sonin, hvussu hann hevur havt tað, fær svarið hárini at reisa seg í nakkanum:

”Tá tit vóru góð við huldudrongin, vóru huldufólkini eisini góð við meg. Men tá tit bukaðu hann, bukaðu tey eisini meg ...” 



Moralskt drama

Hóast moralurin tykist skorðin út í papp í søguni, kennist tað ikki soleiðis, tá tú hyggur eftir Skiftingen. Leikurin er gyklandi logiskt bygdur upp, so tú uttan himpr letur teg taka við og soleiðis ikki varnast moralsku tvístøðuna, fyrr enn tú stendur beint í henni saman við persónunum á pallinum.

Sum við øðrum ævigt galdandi søgum, gloymir tú, at umstøðurnar í Skiftingen hoyra einum øðrum heimi til. Ómakaleyst og sannførandi kemur leikurin at snúgva seg um teg og meg, hvussu vit bera okkum at móti okkara næsta, og hvussu vit reagera, tá vit kenna okkum órættvíst viðfarin. So einfalt - og so fløkt. 



Fakta:

Leikurin byggir á stuttsøguna Skiftingen hjá Selma Lageröf, í er prentað í savninum Trolde og Mennesker frá 1915.

Tað er danski leikbólkurin Fair Play, ið spælir leikin.


Leikarar:

Marita Dalsgaard,

Henriette Rosenbeck,

Jesper Pedersen

Henrik Steen Larsen