Bøtur bøta um trygdina

Fyrradagin gjørdi ein dómstólur í USA av, at oljufelagið ExxonMobil skal gjalda 30 milliardir krónur í endurgjaldi umframt rentur fyri skaðan, sum stóðst av dálkingini, tá tangaskipið "Exxon Valdez" fór á land í Alaska í 1989.

Óttin fyri slíkum vanlukkum og risastórum endurgjaldskrøvum hevur fingið oljufeløgini til at seta tangaskipunum størri krøv, skrivar Aftenposten. Rannveig Stangeland, kunningarstjóri hjá Statoil, sigur við blaðið, at norska oljufelagið setir tangaskipunum sera strong trygdarkrøv. Hon vísir á, at meðalaldurin á tangaskipum í altjóða sigling er átjan ár, men tangaskipini, sum Statoil nýtir, eru bara seks ára gomul í meðal. Harafturat nýtir Statoil at kalla bara skip, sum eru tvískinnað, sigur hon.

Skipini, sum flyta olju fyri Statoil, verða eisini kannað regluliga. Í fjør vóru 1.000 slíkar kanningar, og níggju skip vórðu mett at vera í so ringum standi, at tey sleppa ikki at flyta olju fyri felagið longur.