Ein hin størsta grindin í áravís í Havn legði beinini í Sandagerði herfyri. Sum nakað forkunnugt í Havn varð eisini býtt í heimapartar, og fólk kundu fara á bryggjuna at fáa sær eitt kók. Ikki bert grindamenn - og kanska manning á heldur fullum rakstrarbátum - fingu part. Fólk løgdust ikki á boðini, men ríkiligt var til, so har var ongin trupulleiki.
Ein, ið hevur verið grindamaður í Havn í mong ár, er Jákup Andreas Mohr. Í eini 55 ár hevur hann róð og siglt í grind og spurningar viðvíkjandi grind hava altíð havt hansara stóra áhuga. Í 1982 gjørdist hann grindaformaður.
Fleiri bólkar
Vit hava hitt Jákup Andreas á máli um ymsar grindaspurningar. Og hann er fúsur at svara.
- Tað var fínt, at tú ringdi. Kanst tú ikki bara koma út her, so vit kunnu práta, tí eg havi nevniliga okkurt, ið eg fegin vil siga, sigur Jákup Andreas, tá vit ringja, so vit leggja leiðina framvið.
? Av og á eru altíð ein ørgrynna av grind eystanfyri Nólsoynna. Hendan morgunin, 9. oktober, tá eg kom til finningarbátin, vóru so nógvir bólkar, at mær kom til hugs, at tað var sum at koma til eitt ovurstórt sjálvtøkuborð, sigur Jákup Andreas, meðan hann skeinkir ein kaffimunn.
? Tá vit avlívaðu í Sandagerði vóru bara tveir bólkar av øllum teim mongu, sigur Jákup Andreas um grininda leygardagin, ið var 244 hval.
Biðið um sand
Fleiri undrast á klettarnar eystarumegin í Sandagerði og meta, at teir kanska áttu at verið burturbeindir. Men har kemur sovorðið sum friðing upp í leikin.
? Eg havi í áravís biðið um at fáa nakrar lastir av sandi eystarumegin í Sandagerði. Og tað hendi, sum eg óttaðist fyri; grindin kom í høvuðsheitum inn eystantil, og hevði sandur verið lagdur út, hevði dráp~ið gingið nógv skjótari og betur.
? Verður sandur lagdur har, tekur vágin óivað grind á 500 - 600 hval, sigur Jákup Andreas Mohr, sum metir, at klettarnir gera onki, um bert sandur verður lagdur út.
Býta til onnur øki
Sum heild metir Jákup Andreas, at rætt er at býta við onnur, um stór grind kemur á Havnina.
? Kemur stór grind er ikki óhugsandi, at ikki bara Havnin fær heimapartar, men møguliga eisini miðøkið í Eysturoynni og onnur øki, ið mangla grind, sigur grindaformaðurin tey seinastu 22 árini.
? Væl var sjógvað henda dagin, og var væl samskipað, so kundu 2 til 3 góðir rakstrarbátar farið við tveimum bólkum norð í Sund og møguliga 2 til 3 norð á Gøtusand við tveimum bólkum, sigur Jákup Andreas, ið minnir á, at ofta er ørgrynna av hvali eystanfyri Nólsoynna.
Spikafeit grind
? Grindin var feit, og hvør hvalur var spikafeitur, og tílík grind hevur milliónavirði í kjøtprísi. Tað er tí mín inniliga áheitan at fáa meira sand, so vit kunnu taka ímóti stórum tali, mongum umdømum til gagns, sigur Jákup Andreas.
Raske drenge, grind at dræbe. Soleiðis verður kvøðið í Grindavísuni hjá Pløyen. Og Jákup Andreas metir vón verða fyri framman, tí unga ættarliðið bæði dugir og tímir.
? Teir eru óførir. Duga væl og arbeiða skjótt og eru sera dugnaligir, heldur grindaformaðurin um unga grindafólkið. Og skipanin við heimapørtum riggaði sera væl, leggur hann afturat.
Ikki vil hann fara út í æsir við øllum, og at tosa við útlendskar fjølmiðlar er hann givin við, illa royndur sum hann er av hesum.
Tá vit fara niður trappur-nar, biður hann tygara útsenda koma inn í kjallaran at skoða framkomnu útgerðina, ið er við til at fáa grindina til høldar. Ein stór sag og ein vakumpakki-maskina. Og innan útsendi blaðmaðurin setir seg í bilin, hevur Jákup Andreas syrgt fyri, at eisini blað-maðurin hevur fingið part, tí 3 lykkjur og vakumpakkaðar spikfjósir liggja á dúrkinum, tá leiðin aftur gongur úr túninum hjá Jákup Andreasi.