Báðu megin borðið!

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður.

Eg eri heldur mótfallin nú eg siti og festi hesi orð á blað. Klokkan er blivin 02.45 nakað sinnisrørdur ella eyðmýktur av teimum sum megna meira hvør ræður í okkara kæra Føroya landi, er tað kanska ljótt at siga mafia tilstandir ella eigur tað at verða so?
Sum øllum kunnugt so eru ikki nógv loyvir eftir í Sandoy. Tvey virkir eru sum hava flakaframleiðslu og bæði hoyra til Sandoy Seafood, og sigast má at tey eru tað berandi í Sandoy.
Sjálvur frætti eg um tvey pør sum blivu til salg herfyri. Tankarnir fuku ígjøgnum mítt neyðars høvd: ja nú er kjansurin at fáa ráðvøru til okkara virkir og støðugt arbeiði til Sandoyar fólk.
So eg gjørdi skjótt av, fór at tosa við teir menn sum kundu drifta. Raskir menn sum nærum ikki fáa sín líka á skipsdekki.. Jú eg segði teimum hvat eg hevði í hyggju.
Jú hildu hesir ungu garpar, latið okkum fara beinanvegin til Havnar at tosa við bankan. Eg var samdur, men fyrst fóru vit at hyggja eftir hesum væla snekkjum, sum nú helst komu at hava SA á bógnum. Erpnir sum pávar vóru vit samdir um hvar vit skuldu fara og fáa fígging.
Jú vit truffu tveir mans, annar vildi hava at vita, hvat hesir menn sum komu brestandi inn á fund átti í eginfígging, hin sum var meiri smílandi helt, at hetta hevði verið gott fyri Sandoy og virksemi har. Jú vit tosaðu leingi og væl, annar helt nevdarfund verða í morgin, so væl liggur fyri at fáa ordna hetta. Vit tóku í hondina á hvør øðrum, so tað brakaði í beinagrindini.
Komin aftur til Skopunar var spenningurin hjá okkum sum hjá barni á jólum.
Eg ringdi nevndarformannin í bankanum upp á náttartíð og bað hann í Guðsgarði um at hjálpa okkum. Hevði hoyrt frá systkinabarni mínum, sum ikki er meir ímillum okkum, um henda mann sum nakað serligt.
Síðani blivu túrarnir nakrir í okkara banka.
Seinasta vitjanin í bankanum tá gramdi teir seg um at vit ikki fingu kaffi, tí at alt bleiv umbygt og aftur blivu vit róstir fyri hesa ætlan.
Tá líkasum merkti eg, at bloðtrýsti byrjaði at hækka, og var fjúsið blivi stutt, og helt eg at kaffi hevði eg minst brúk fyri frá hesum yvirfittu havnarmonnum ella bankamonnum, sum helst ikki hugsa um flakakvinnuna í Sandoy ella teir sjógarpar sum ikki eiga hýru.
Tað sum vit vildu var at keypa teir stóru bátarnar, men nú var greitt, at tey minni pørini, vóru helst tey sum vit høvdu møguleikan at keypa.

Boðini komu frá bankanum.
Sum vit skiltu vildi Realurin fíggja 70% av virðinum av skipunum, meðan bankin vildi fíggja restina upp til 20 mió har av skuldu vit hava 4 mió í eginpeningi sum ikki var trupuleikin.
Nú bleiv eg aftur heitur um skallan, helt okkurt løgið verða: mann nevndarformaðurin hava interessu í keypinum, ja so hava vit ongan kjans hugsaði eg forfardur.
So eg tók telefonbókina, fann nummarið hjá nevdarformanninum og ringdi hann upp. Jú maðurin var sera fyrikomandi. Eg segði frá tí eg hevði uppá hjarta, so helt hann sakliga fyri: tú hevur fingið skeivan persón, vit eita líka.. so skuldi hann greiða mær frá hvussu og hvat við skyldskapi. Tað tímdi Gerhard snøkt sagt ikki at lurta eftir, men segði stutt umskylda.
Síðani traff eg rætta mannin og spurdi um so var, at hann var sjálvur áhugaður, um hann vildi lata okkum fáa teir minni bátarnar og greiddi honum frá hvussu lítla rávøru virkini høvdu. Jú maðurin var sera fyrikomandi at tosa við, men gav okkum einki lyfti.
Men so ringdi maðurin sum átti bátarnar at boða frá, at boðið á teir minni bátarnar var komi uppá 30 mió. Tað vil siga um eg skuldi leggja 1 mió omaná, ja so skilja hvør í skilja vil skuldi eginpeningurin verða ca. 15 mió.

Visión 1800
Nú eg setti meg upp aftur á við einum temunni og einari sukurfríðari kransakaku, fyri ikki at øsa inslulini upp, brillurnar frammi á nøsini og Sosialinum dagandi upp móti himmalrúminum, síggi eg nevndarformannin á síðu 18 vísandi á alt hetta er mítt.
Maðurin við endan á borðinum fór við øllum, ikki so frægt sum molarnar fingu vit. Er okkara kæra land blivi eitt mafiafyritakandi??
Ja hvat gjørdi eg eftir henda lesnað? Jú eg tók brillurnar av og turkaði tárini og mátti ásanna: eingi skip til Sandoy.
Annars Jóhan Páll Joensen, góða eydnu við skipunum, men minst til tín leiklut í bankanum. Verð ikki alt for grammur.
Nú havi eg sagt mína hjartans meining, sum neyvan verður dámd, men eg ætli at siga mína hjartans meining óansæð antin tað er høgur ella lágur - nú klokkan er vorðin 4 hóast klárvakin og fái neyvan nakran svøvnblund hesa nátt av mismóti sum ikki líkist mær.
Altso tá skopuningarnir skuldi keypa, metti bankin hjá okkum at 20 mió var toppurin fyri skipini, men tá nevndarformaðurin keypti vóru 30 mió í lagi. Vælsignaðir menn, um tað nakrantíð verður næstu ferð eg komi á gátt saman við ungum monnum, ikki taka tíð við at fundast, men heldur vísa okkum durafjóðringin heldur enn kaffi og púrt einki úrslit.
Men gott er, nú kemur okkara høga ting saman aftur og fari eg eftir førimuni at royna at fáa sum best burturúr í Sandoya og Skúvoy um teir sterku visións pávarnir í nesinum vilja hjálpa til. Tí eitt er víst, at neyvan bjarga vit útoyggjum, Sandoy har íroknað, við at sita og og viðgerða visión 2015 saman við fastløntum fólkum úr fyrisitingini, sum hvør í sínum lagi spola runt á stovunum við einum A4 arki í hondini so stjórar og onnur síggja at tey eru til. At seta kontórfólk uppi á Hotel Føroyum at viðgerða visión 2015 tað er betur at tey hava frí tann dagin.
Til slutt gamla góða orðatakið var Eingin skal av ungum alv bragdar hugin forða.
Men góðu tingfólk og onnur góð fólk her á landið. Tað vit hava klára, tað er at skaffa bátsbandi aftur sum visión 1800 avskaffaði. So nú er bara eftir at tú skalt eiga eina hálvmørk fyri at kunna giftast, og hvar hvør mjólksopi verður framleiddur í miðstaðarøkinum.

Leingi livi okkara kæra Føroya land.