CHRISTIANIA
Firouz Gaini
?????????
Ein gøta í Keypmannahavn hevur seinastu tíðina verið fyri harðrendum álopum av monnum við gassum, skjøldrum og enntá pistólum. Í snarálopum hava teir, mannsterkir og vápnaðir til tenninar, ruddað gøtuna og handtikið fólk í hópatali. Gøtan hevur annars í ein mansaldur drigið ferðafólk at sær; sjálvt skipaðar bussferðir hava verið til hendan heimskenda býarpartin í Keypmannahavn. Talan er í veruleikanum um ein bý í býnum, ella eitt land í landinum, tí her liva fólk, ið ikki fylgja vanligu siðunum og reglunum í Danmark annars. Íbúgvarnir í býarpartinum hava í meira enn tjúgu ár fingið frið at liva sum tey sjálvi ynskja, uttan uppílegging frá myndugleikunum. Býarparturin er ein friðstaður fyri alternativar lívsstílar. Vegurin er Pusher Street og býarparturin er Christiania.
Ein reyður dúkur við trimum gulum prikkum; soleiðis sær flaggið hjá christianittunum út. Prikkarnir eru i-ini í navninum Christiania. Eitt stuttligt merki, ið er avmyndað á blusum, ið síggjast kring alt Keypmannahavn, tí Christiania hevur nógv fleiri stuðlar enn íbúgvar. Býarparturin - ella fríðstaðurin - liggur á einum fyrrverandi hernaðarøki hjá tí danska flotanum á Christianshavn, og tann almenna adressan er Bådsmandsstrædet. Býarparturin hevur fleiri kend konserthús, eisini góðar matstovur, men er tó mest kendur fyri Pusher Street, ið heilt fram til tað stóra politi-átakið fyrr í vár var ein stórur opin hassjmarknaður, har ið onki varð gjørt fyri at loyna handilsvørurnar. Á smáum borðum á gøtuni lógu vørurnar, næstan sum á loppumarknaði, og prísir og navn stóðu á pappírslepum á borð-inum. Keyparar úr øllum Danmark, men eisini úr øðrum Norðurlond-um, settu kósina inn í fríðstaðin fyri at handla. Nógv kilo av tí brúna rúsevninum skiftu eigara hvønn dag, og bakmenninir hava ivaleyst tjent seg ríkar av hesum brúna gulli. Hervilig brotsmannalið, serliga Hells Angels, sigast at hava stýrt hassjhandlinum við harðari hond, hóast rokkararnir sjálvandi ikki sjálvir stóðu við diskin. Christianittarnir hava tískil ikki fingið tað stóra burturúr reint fíggjarliga, men ein partur av íbúgvunum hava helst verið rættiliga góðir kundar í Pusher Street.
At gøtan við tí opna hassjhandlinum nú er ruddað, eru tey flestu ivaleyst fegin um, men tann rái og harði framferðarháttin, sum politistarnir vístu í Christiania í vár, kann einans vekja andstygd ímillum borgararnar í býnum. Ovastin fyri løgregludeildina, sum skuldi taka sær av hesi uppgávu, var fleiri ferðir í tí danska sjónvarpinum frammanundan og fortaldi um fyrireikingarnar til átakið; um byrjanina til endan á Christiania: hann skuldi rudda upp, reinsa, vaska, snøgga býin... Talan var sostatt um at gera býin reinari. Og Pusher Street er einans byrjanin, tí alt Christiania er í vanda fyri at blíva "ruddað upp" í "høvuðsreingerðini" í Danmark hesi árini. Christiania skal geva pláss fyri modernaðum nýggjum familjuíbúðum til penar íbúgvar við fastari mánaðarløn, hundi og summarhúsi. Samstundis sum Christiania skal temjast og undir strangt eftirlit, so verða danskir hermenn sendir til Irak at "hjálpa" irakum at byggja upp ein demokratiskan tjóðstat. Og samtundis verða øll portur inn til landið eisini stongd fyri fremmandum innflytarum. Høvuðsreingerðin í Danmark sæst á øllum økjum. Við Ariel gólvsápu og kusti verður skrubbað og sópað. Átakið ímóti Christiania er ein stórur súmbolskur sigur fyri teir politisku myndugleikarnar, tí býarparturin umboðar tað alternativa Danmark, sum núverandi stjórn helst vil sópa burtur av danskari jørð.
Vónandi kann Christiania, nú Pusher Street tíbetur er burturi, fáa eitt betri image á Christianborg og í fjølmiðlunum, tí býarparturin er meira enn rúsevnisbrúk og -søla. Christiania er ein leivd úr hippitíðini, ið hevur verið fyri vaksandi trýsti frá umheiminum seinastu árini. Ein heimskendur býarpartur í Keypmannahavn úr tí tíðini tá Danmark hevði orð fyri at vera eitt tolerant og rúmsátt samfelag. Ein býarpartur, ið legði líka í búskaparligari menning og marknaðarføring. Ein roynd at skapa eitt frælst samfelag, sum Kropotkin, Bakunin (um teir vóru á lívi), og aðrir stórir anarkistar, høvdu verið ovfarnir av. Býurin verður fátækari, innantómari, gráari, strævnari, um frí rúm sum Christiania hvørva. Høvuðsreingerðin vaskar ov nógv fólk burtur úr eygsjón. Endamál hennara er, fyrst og fremst, at rudda ókrút burtur í annað stað; at sleppa frá at síggja "hini"; at verja og avbyrgja seg frá teimum, sum eru øðrvísi; at flyta trupulleikar, ikki at loysa teir.