B36 eigur stóran leiklut í kappingini um at flyta upp

1. DEILD: Árstalsfelagið spælir í dag ímóti niðurflytara og í síðsta umfari ímóti Víkingi, sum í dag hevur møguleika at vinna gull

Næstsíðsta umfar í næstbestu deildini verður nú seinnapartin. Allir fimm dystirnir vera klokkan 15.30.

 

Tað er stórur spenningur um, hvussu tað verður við uppflytingini. Trý feløg eru við í tí kappingini. Tey eru FC Suðuroy, TB og B71. Spurningurin er, um talan verður um ein ella tveir beinleiðis uppflytarar.

 

FC Suðuroy, sum liggur best fyri í tí kappingini, er í dag á Argjum. AB hevur lítlan møguleika at flyta upp, men so skal nógv laga seg argjamonnum til fyrimunar, um tað skal eydnast at flyta upp.

 

TB og B71 eiga heimavøll ímóti ávikavíst HB og KÍ, og har eru heimaliðini stórfavorittar.

 

Víkingur er stórfavorittur at vinna gull í næstbestu deildini í dag – og at vinna gull í bestu deildini í morgin. Í 2019 vann KÍ gull í bæði bestu og næstbestu deildini. Í 2020 vann Víkingur gull í næstbestu deildini, og víkingarnir hava síðani kappast um fremsta plássið burtursæð frá í fjør, tá ið teir endaðu á fjórða plássi.

 

Saman við Víkingi hevur B36 møguleika at forða fyri, at talan verður um tveir beinleiðis uppflytarar. Treytin fyri beinleiðis uppflyting er, at liðið endar á heiðursmerkjaplássi. Í løtuni er B36 á heiðursmerkjaplássi, og í dag er B36 stórfavorittur í grannauppgerðini ímóti niðurflutta FC Hoyvík. Men tað hevur ikki gingið væl hjá árstalsfelagnum seinastu ferðirnar.

 

26. august tapti B36 1-0 tapti B36 1-0 á heimavølli ímóti FC Hoyvík. Síðani hevur B36 vunnið 4-1 ímóti HB og tapt ímóti B71 (ú), FC Suðuroy (ú), KÍ (h) og NSÍ (h). Í síðsta umfari, sum verður fríggjadagin, fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi.  

 

Víkingur251465633148
FC Suðuroy2511113513344
B36251177463440
TB259124352339
B71251087362938
AB25997453036
NSÍ258710354231
259313314630
FC Hoyvík254714225119
HB252617257012

 

Í dag klokkan 15.30

 

NSÍ – Víkingur: Høgni Madsen

 

B36 – FC Hoyvík: Kári J. á Høvdanum

 

AB – FC Suðuroy: Rúni Gaardbo

 

B71 – HB: Áki Leitisstein Hansen

 

TB – KÍ: Rani Andrasson Skaalum