B36 er við uppá at útseta dystin KÍ-B36 sum skuldi verða mánakvøldið

Formaðurin í B36 sigur, at B36 fer ikki at forða fyri, at dysturin KÍ-B36 verður útsettur so KÍ kann sleppa til Sveis mánamorgun

Fyrr í kvøld segði formaðurin í KÍ, at vegna gleðiligu umstøðurnar KÍ er komið í, har teir kongabláu skulu til Sveis at spæla Europa League undankappingardyst í tí næsta umfarinum, so var neyðugt at flyta dystin KÍ-B36 sum skuldi verða komandi mánakvøld við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.

KÍ skal av landinum mánamorgun og skal ferðast til Zürich í góðari tíð áðrenn fyrra dystin millum FC Zürich og KÍ hóskvøldið 24. juli. 

Dysturin sum ætlandi skuldi verða komandi mánakvøld millum KÍ og B36 er ein dystur í 15. umfari í Betrideildini.

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Jákup Mørk, formaður í B36, at hann sær einki til hindurs fyri, at dysturin verður fluttur nú KÍ er komið í tað gleðiligu støðuna, at teir hava vunnið seg víðari í Europa League undankappingini.

Nú vónar Jákup Mørk bara, at B36 kann ger KÍ kunstin eftir og vinna seg víðari móti norðurírsku FC Crusaders í Europa League undankappingini: - Vit vóna, at tað verður B36 sum verður fyrsta mótstøðuliðið hjá Wolverhampton í 40 ár í einari UEFA-kapping, sigur Jákup Mørk. 

Dysturin millum B36 og FC Crusaders byrjar hóskvøldið klokkan 19. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. FC Crusaders vann fyrra dystin 2-0.