B36 fær sína søk fyri í Jerusalem

Fótbóltur: Ísraelsmenn vænta at vinda burtur úr gestunum úr Føroyum

Í dag skal B36 í holt við megnar uppgávu í undankappingin til Champions League.

Teir spæla móti ísraelsku meistarunum Beitar Jerusalem á útivølli, og tað kann gerast ein stórur biti.

Eitt er at mótstøðan er stór, men føroysku spælararnir skulu eisini berjast við hitan í Jerusalem, sjálvt um hann ikki sigst at verða so øðiligur, sum í býnum úti móti strondini.

B36?arnir eru nú komnir til Jerusalem, og vit royndu allan dagin í gjár, at fáa fatur á teimum, men tað eydnaðist okkum ikki.

B36 hevur annars fyrireikað seg væl í Jugoslavia, har liðið hevur verið síðani miðskeiðis í síðstu viku. Har gekk venjingin væl og dystirnir móti jugoslavisku liðunum endaðu við sigrum.

Tomislav Sivic og hansara menn sleppa at royna seg móti avgjørt sterkasta liðnum í Ísrael í løtuni, og í Beitar Jerusalem er eingin ivi um, at teirra lið fer at vinna.

Umboð fyri felagið var í Jugoslavia og lúrdi eftir B36, men tað er ikki tí teir vænta sær størri mótstøðu enn teir kunnu klára. Ísraelsk bløð vita at siga, at Beitar Jerusalem roknar við løttum dysti móti B36, og at teir nú meira hugsa um næsta dystin, sum verður móti Benfica úr Portugal.

B36 verður mett at verða ov veikt til at steðga ísraelska liðnum, og tað halda teir, sjálvt um teir ikki hava bestu royndirnar við føroyskum liðum. Lið úr Ísrael hevur ongantíð vunnið í Føroyum, hóast teir hava roynt tvær ferðir.

Ísraelska landsliðið spældi javnleik móti tí føroyska í 1992, og í 1995 vann KÍ 3-2 á Maccabi Haifa í kappingini fyri steypavinnarar. Men ísraelskur fótbóltur er langt frammanfyri føroyskan, og tað sama landsliðið, sum spældi javnt móti Føroyum í 1992, hevur síðani ment seg ómetaliga nógv.

Beitar Jerusalem hevur áður verið við í Europa-Cup, og besta avrikið hjá teimum er javnleikur móti Sporting Lissabon umframt at teir hava vunnið á Club Brügge.

Beitar Jerusalem er liðið hjá ísraelska forsetanum Benjamin Nethanyau, men hann verður neyvan til dystin í kvøld, tí hann hevur ovmikið at síggja til á politiska økinum, har tað sum vant er kókandi heitt.

Tað verður eisini heitt á vøllinum í Jerusalem í kvøld, men teir í B36 hava fyrireikað seg væl, og teir ætla sær í hvussu er at gera sítt ítarsta fyri at standa ímóti ísraelska offensivinum.