Tá ið teir næstbestu hjá B36 seinnapartin fóru norður til Eiðis, var tað møguleiki fyri, at niðurflytingin fór at vera í viðførinum suður aftur í høvuðsstaðin íkvøld.
B36 hevði avgerðina í egnum hondum, og tað var eingin slingur í valsinum. B36 vann 7-0 ímóti EB/Streymi. Úrslitið bar við sær, at B36 endaði við 30 stigum, sum rakk til sætta pláss á støðutavluni.
Stigatalið er tað sama sum tað hjá B71, men málmunurin hjá B36 er -1, meðan hann hjá B71 er -23.
Hálvleiksstøðan var 3-0.
Gilli Samuelsen og Heini í Skorini skoraðu tvey mál hvør, og hini B36 málini skoraðu Mattias Weihe Joensen, innskifti Rasmus Dan Sørensen og innskifti Niels Johnsson.