B36 hevur fingið ferð á

Eftir eina heldur trilvandi byrjan í bólkaspælinum í steypakappingini, er nú líkt til at gongd er komin á spælið hjá B36. Sunnudagin vunnu teir væntaða sigurin móti B71

 

B36-B71 4-1 (1-0)


1. deild


Ein av heitu favorittum til FM-heitið í ár er uttan iva B36. Í øllum førum hevur ásrstalsfelagið í høvuðsstaðnum styrkt sær væl um leikarahópin í ár, men fyrstu dystirnar í steypakappingini vóru úrslitini tó sera misjøvn.


B71 hótti

Onkur av viðhaldsfólkunum vóru kanska eisini farin at stúra fyri dystunum, sum komu, nú álvarin í hesum er vorðin størri, men tað tykist eisini sum um leikararnir hjá B36 hava skilt boðskapin.

Í øllum førum hava úrslitini verið munandi betri nú, og teir vóru eisini stórfavorittar at vinna, tá B71 vitjaði sunnudagin.

Tað var tó á ongan hátt soleiðis, at sandoyingar royndu at grava seg niður í egnum brotsteigi, tá teir komu í Gundadal. Roynt var sjálvandi at binda fyri í verjupartinum, men hinvegin vóru teir eisini sera vandamiklir framman fyri B36-málið. Millum annað vóru teir tvær ferðirnar leysir við Tróndi í B36 málinum, men Vatnhamar-maðurin bjargaði frágera væl í báðum førum.

Tí kundi B36 fara til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu, sum varð íkomin, tá Jákup á Borg fekk møguleikan at royna seg úr ellivu metrum. Hetta hendi, tá Kári Reynheim tók beinini undan landsliðsmanninum í B71 brotsteiginum beint eftir at sandoyingar høvdu misnýtt tann fyrsta stóra møguleikan.


100 til John

Í seinna hálvleiki var tað framvegis B36, sum hevði yvirvág í spæli, og í mun til fyrra hálvleik fingu teir nú eisini betri pláss at spæla á. Sandoyingar vóru nevnliga ikki nøgdir við at vera aftan fyri, og heldur enn at avmarka tapið, royndu teir at ota seg niðan móti B36 málinum, soleiðis at onkrir málmøguleikar kundu spyrjast burturúr.

Onkun tíð var eisini vandi á ferð framman fyri havnarmálið, men hetta kostaði samstundis í hinum endanum, og tað gingu bert fáir minuttir, áðrenn John Petersen hevði gjørt sær dælt av hesum. Hann slapp leysur í vinstru síðu, og einsamallur við Waldemar Nowicki tvífaldaði hann leiðsluna hjá vertunum.

Kári Reynheim syrgdi tó skjótt fyri, at spenningur kom aftur í dystin. B71-venjarin, sum áður taldist millum álitini á B36-liðnum, slapp leysur, tá rangstøðufellan hjá B36 kiksaði, og einsamallur við málverjanum sveik hann ikki.

Einsamalla málið var tó bert ein fátøk troyst fyri sandoyingarnar. John Petersen skeyt tvey mál afturat, og við hat-trickinum avgjørdi hann dystin til fyrimuns hjá B36.

Triðja málið hjá John var samstundis mál nummar 100 hjá honum í føroyskum 1. deildarfótbólti. Síðani Føroyar fingu altjóða limaskap ? í 1988 ? eru bert tveir aðrir leikarar, sum hava rokkið hesum máltali. Kurt Mørkøre hevur skotið 114 mál fyri ávíkavist KÍ og B68, meðan Uni Arge hevur skotið 103 mál fyri HB í sama tíðarskeiði.


B36-B71 4-1 (1-0)

1-0: Jákup á Borg (br.) 11

2-0: John Petersen 46

2-1: Kári Reynheim 50

3-1: John Petersen 67

4-1: John Petersen 76


Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)


B36: Tróndur ? Herbet í Lon Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson ? Klæmint Matras, Jan Guttesen , Jens Kristian, John Petersen, Heðin á Lakjuni ? Jákup á Borg, Egil Zachariassen

B71: Waldemar Nowicki ? Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker, Bjørn Thorsteinsson ? Svenning W. Hansen, Jógvan Jón Petersen, Eli Hentze, Hans Jørgen Djurhuus ? Bárður Bærentsen, Kári Reynheim, Jón Brekku