Fyri aðru ferð í ár bresta HB og B36 seinnapartin saman í landskappingini. Annan apríl var úrslitið 1-1. Um tað verður úrslitið í dag, so verður talan um stórt vónbrot fyri teir í B36:
-Vit hava søplað okkum burtur so mikið ofta, at nú liggur knívurin tungt á barkanum. Skulu vit hava møguleika at blanda okkum har, sum vit hava spælarar og lið at kappast er neyðugt at vit vinna fulla úrtøku ídag, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Tvær tær síðstu ferðirnar hevur B36 einki fingið burturúr – á heimavølli ímóti NSÍ og á útivølli ímóti KÍ. Nú eru Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen tøkir aftur, og so er Gilli Samuelsen komin aftur úr Vágum, har hann vísti, at tað er dugur í honum.
Róaldur Jakobsen, Christian R. Mouritsen, Jónas þór Næs, Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson eru skaddir.
HB hevur vunnið fulla úrtøku tíggju tær seinastu ferðirnar í landskappingini. Ikki síðani síðstu grannauppgerðina, sum endaði 1-1, hevur HB mist stig.
Tað er merkisvert, tí teir, sum vóru ætlaðir at røkja fremstu ódnirnar, hava verið og eru skaddir. Talan er um Jógvan Skeel Nolsøe, Aleksandar Stankov og Sebastian Pingel.
-Spælið hevur ikki altíð verið so sannførandi, men vit eru sjálvandi nøgdir við úrslitini, og vit vita, at avbjóðingin í dag verður stór, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson, sum umframt at vera upplagdur meistaravenjari er meistari í at undirspæla leiklutin sum FM favorittur.
-Tað hugsa vit ikki so nógv um. Vit hava fokus á avbjóðingini í dag. Um vit hugsa um annað enn tað, fer tað at ganga út yvir avrikið.
Nýggi íslendski miðvallarin Grétar Snær Gunnarsson er tøkur fyri fyrstu ferð.