B36 hevur latið hurðina aftur

Álitini í landsliðsverjuni hava seinastu nógvu vikurnar staðið á odda í verjuspælið hjá oddaliðnum, sum hevur verið heilt framúr

Fótbóltskappingin er í hæddini. Við sannførandi avriki síðsta tíman syrgdi HB við heimasigrinum á GÍ fyri, at meistararnir nú eru á heiðursmerkjaplássi. Avrikini síðsta tíman í steypafinaluni og eftir hvíldina í gjárkvøldið boða frá, at tað verður torført hjá hinum at skúgva HB av aftur heiðursmerkjaplássunum.

Spurningurin er, um tað við sama slag stima, sum teir vístu í fjør, fer at bera HB til at lyfta seg heilt upp á toppin. Í 19. umfari komu teir nærri fremsta plássinum, enn teir vóru frammanundan, tí oddaliðið nógvu tær seinastu ferðirnar, NSÍ, tapti á heimavølli.

NSÍ er nú átta stig frammanfyri HB. Undan 19. umfari var munurin ellivu stig. Men NSÍ er framvegis eitt av tveimum góðum boðum upp á FM heitið, og í 24. umfari, sum verður 30. september, fara teir í Runavík á heimavølli at hava møguleika heilt at gera av við HB.

Nú er B36 oddalið, og avrikini hjá teimum í árstalsfelagnum hava verið so óvanliga støðug nógvu tær seinastu ferðirnar, at teir mugu roknast sum størstu favorittarnir at vinna FM.

Um nakað lið skal vinna á B36, so er fyrsta treytin, at mál verða skorað ímóti teimum. Tað hevur eingin megnað av teimum, sum seinastu seks ferðirnar hava roynt seg ímóti B36. Úrtøkan hjá B36 hevur eftir 1-2 eyðmýkingina á Argjum verið 18 stig í seks dystum og málmunurin 14-0!! Tað er framúr, og tað borgar fyri óvanliga góðum verjuavriki.

Fróði Benjaminsen hevur seinastu ferðirnar verið miðverjuálit á landsliðnum, og tað er hann nú eisini í B36. Síðani Kurt Mørkøre flutti landsliðsspælaran aftur í aftastu ódnina, er einki mál farið ígjøgnum. Onkra ferðina hava mótstøðuliðini spælt seg til møguleikar.

Aftanfyri Fróða stendur ein annar landsliðsspælari. Jákup Mikkelsen hevur víst somu dygdir í summar, sum hann gjørdi í fyrraárið. Tá var hann stórur partur av orsøkini til, at B36 vann FM. Í 19 umførum eru ellivu mál farin ígjøgnum hjá landsliðsmálverjanum. Um Jákup, Fróði og hinir í B36 støði fara at halda støðið í verjupartinum, so verður torført at taka teir.

Serliga torført verður tað, um Sylla framvegis fer at verða eins vandamikil, sum hann hevur verið tað nógvu tær seinastu ferðirnar. Tað er ikki ofta, at tað kemur fyri, at ein spælari hevur so alstóran týdning fyri framrættaða spælið og úrtøkuna hjá einum liði, sum Sylla nú hevur tað fyri B36. Hann hevði verið góður at havt á landsliðnum!

Í botninum er tað mest sum avgjørt, at tað verða AB og VB/Sumba, sum mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Absolutt seinasti av seinastu møguleikunum at fáa nýggja vón um bjarging verður sunnudagin, tá ið AB fer at spæla í Vági. Tá er tað bara sigurin, sum telur hjá báðum pørtum.

Tapið í Klaksvík bar við sær, at B71 nú er á triði aftasta plássinum, og harvið eru sandoyingar teir, sum argjamenn og suðuroyingarnir renna eftir. Sum B71 hevur spælt higartil í ár er tað meiri enn torført at ímynda sær, at sandoyingar skulu flyta niður.

20. umfar verður sunnudagin: B36-KÍ, GÍ-EB/Streymur, Skála-HB, B71-NSÍ og VB/Sumba-AB.