B36 hevur gjørt avtalu við 34 ára gamla Michael Haase, sum um góðan mánað verður nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá okkum. Michael er úr Kastrup í danska høvuðsstaðnum, og hann hevur í fleiri ár arbeitt við ungdómsvenjing í eitt nú A27, Tårnby og Dragør. Nú verður tað so í B36, at Michael skal royna seg.
- Vit gjørdu av, at eg kom upp til eitt prát, og eftir at hava prátað við starvs- og ungdómsnevndin um felagið og ætlanirnar her, var mín búkkensla, og hetta var eitt felag, sum hóskar væl til mín. Eg eri spentur upp á koma ígongd. Hitta venjarar og spælarar og at arbeiða víðari við grundarsteinunum, sum onnur hava lagað undan mær, sigur Michael Haase við heimasíðuna hjá B36, og leggur afturat:
- Og eg haldi meg kunna siga, at felagið kann rokna við einum eldhugaðum persóni, sum leggur nógva orku í at menna venjarar felagsins – og harvið spælararnar, samstundis sum vit vilja skapa eina støðuga tilgongd til leikaramenningina í felagnum, sigur Michael.
Í fjør var Tummas Erling Djurhuus høvuðsungdómsvenjari hjá B36. Tummas Erling hevur fyribils røkt sessin, meðan B36 hava leitað eftir rætta persóninum at taka við. Tað eru tey í B36 takksom fyri.
Sáttmálin við Michael tekur við 1. juni, og hann er galdandi fram til árslok 2022, skrivar heimasíðan hjá B36 at enda.