B36 hevur fyri triðju ferð í ár vunnið landskappingardyst ímóti HB. Hetta er nýtt met. Síðani liðini fóru at spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum er tað ongantíð áður komið fyri, at annað havnarliðið hevur vunnið allar triggjar lokaluppgerðirnar.
B36 hevur eisini sett nýtt met í stigum. Úrslitið í dag var 3-2 til B36, eftir at HB við tveimum brotsspørkum var á odda 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki. Í 2. hálvleiki spældi B36 grannarnar sundur og saman.
Síðsta sunnudag setti B36 við sigri í Runavík met við 64 stigum, og í dag hevur B36 sett nýtt met, tí sigurin í dag ber við sær, at árstalsfelagið hevur vunnið FM við 67 stigum. Tað eru seks stig fleiri, enn nakað felag áður hevur vunnið FM við.
Nú er veldugur rómur í Gundadali, har teir gera klárt til at handa B36 gullkrónur og FM steypið.
HB hevur verið meistari tvey tey seinastu árini. Eftir at punktum í dag er sett fyri 2011 kappingina kunnu teir í HB staðfesta, at í ár lupu tvey stig av í kappingini at sleppa undan niðurflyting.
Silvurvinnararnir í EB/Streymi taptu 3-2 á Svangaskarði.
Bronsuvinnararnir í Víkingi vunnu 4-1 í Klaksvík.
NSÍ staðfesti fjórða plássið við 3-1 sigri á Sandi. Toppskjúttin Klæmint A. Olsen staðfesti sigurin.
Í Fuglafirði vann 07 Vestur 2-1. Nenad Saric minkaði um munin fyri ÍF fram ímóti endanum.
Hetta er níggjunda ferðin, at B36 fær handað FM steypið.
Longu undan dagsins umfari var tað greitt, at 07 Vestur og B71 flyta niður í næstbestu deildina.
ÍF-07 Vestur 1-2
0-1: Tehé Aristidé
0-2: Dánjal Rói Olsen
1-2: Nenad Saric
B36-HB 3-2
0-1: Fróði Benjaminsen br
0-2: Fróði Benjaminsen br
1-2: Lukasz Cieslewicz
2-2: Heini í Skorini
3-2: Lukasz Cieslewicz
B68-EB/Streymur 3-2
0-1: Leif Niclasen
0-2: Pætur Dam Jacobsen
1-2: Kristian Anton Andresen br
2-2: Ndende
3-2: Jónleif Højgaard
KÍ-Víkingur 1-4
0-1: Finnur Justinussen
1-1: Oddmar á Lakjuni
1-2: Erling Jacobsen
1-3: Sam Jacobsen br
1-4: Símun Hansen
B71-NSÍ 1-3
0-1: Ari Ó. Ellingsgaard
1-1: Bakari Bojang
1-2: Mamuka
1-3: Klæmint A. Olsen br
Endaliga støðan
B36 67
EB/Streymur 60
Víkingur 59
NSÍ 41
KÍ 34
B68 32
ÍF 28
HB 26
07 Vestur 24
B71 11
----
Liðugt
3-2 til B36
Dómarin hevur lagt tríggir minuttir aftrat.
90 min.
3-2
B36 sýnir rættuligt meistaraspæl.
85 min.
3-2
Tað kókar í Gundadali. B36 er greitt omaná, og tað hava verið fleiri upplagdar støður frammanfyri HB málið, men Teitur Gestson hevur staðið seg væl.
77 min.
3-2: Lukasz Cieslewicz 77.
Eftir innlegg úr høgru tamdi Lukasz á brotssparksblettinum, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið! Nú er B36 við at staðfesta sína stinnu støðu í Gundadali!
75 min.
2-2
Tað gongur javnt á. HB spælararnir tykjast betri nøgdir við støðuna soleiðis, sum hon er, enn nýggju meistararnir. Miðverjan hjá B36 hevur trupulleikar, og tað hevur borið tvær spentar HB støður við sær
70 min.
2-2
Tað er intensitetur og spenningur, og tað eru framvegis spentar støður í báðum endum.
Hallur Hansson er farin av vøllinum, og Andrew av Fløtum er komin inn á HB liðið.
67. min.
2-2: Heini í Skorini 67.
Eftir fínt innlegg úr høgru hevur innskifti Heini í Skorini javnað, tá ið hann við nærra stólpan sendi bóltin í málið.
65 min.
1-2
Atli Danielsen er farin av vøllinum, og hálvskaddi Símun Joensen er komin inn á vinstra vongverjan hjá B36.
60 min.
1-2
B36 hevur betri tak á fótbóltsspælinum, og HB tykist vera undir trýsti. Men higartil hevur tað eydnast HB at halda tørn um leiðsluna.
Tað er gott verður, og tað er nógv lív í Gundadali.
55 min.
1-2: Lukasz Cieslewicz 53.
B36 hevur fingið mót av nýggjum. Eftir fríspæling frá Súna Olsen hevur Lukasz Cieslewicz minkað um munin, og nú er B36 farið at spæla soleiðis, sum teir hava gjørt fyrr í summar. HB dúvar upp á møguleikan fyri snarálopum, og tað er spennandi frammanfyri bæði málini.
50 min.
0-2: Fríði Benjaminsen br
Jonas Flindt Rasmussen hevur steðgað Símuni Samuelsen í gjøgnumbroti, og HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen var enn eina ferð tryggur úr ellivu metrum.
Tað er lív komið í HB skýlið!
50 min.
Ingi Højsted er farin av vøllinum, og í hansara stað er Heini í Skorini komin inn á B36 miðvøllin.
Hálvleikur
45 min.
0-1
Súni Olsen hevur havt frágera góða frísparksroynd, men Teitur Gestson bjargaði til horna.
40 min.
0-1: Fróði Benjaminsen br
Tað er komið lív í grannauppgerðina í Gundadali. Fimm minuttir undan hálvleiki hevur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen umsett brotsspark til mál.
B36 spælararnir vóru sera misnøgdir við, at dómarin peikaði á ellivu metra blettin!
25 min.
0-0
Rættuliga friðarligt á vøllinum. Spælararnir hava ilt við at svinga seg upp. Men kring vøllin er øgiligur B36 rómur. Hjá B36 er tað merkisvert, at Atli Danielsen í dag er vinstri vongverji. Tað er hann, tí Símun Joensen er plágaður av vøddaskaða.
Í HB húsinum er tunnligt, og har er ikki so nógv at hoyra.
B36-HB
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Atli Danielsen - Ingi Højgsted, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Bogi Reinert Petersen, Símun Samuelsen - Kristin R. Mouritsen
---
Liðugt 4-1 til Víking
86 min.
1-4: Símun Hansen
Tað gongur ímóti trivaligum sigri til víkingarnar. Nú hevur Símun Hansen økt um leiðsluna, so hon nú er 4-1 til Víking.
75 min.
1-3: Sam Jacobsen br
Sigmund G. Jacobsen feldi Kaj Leo í Bartalsstovu í gjøgnumbroti, og Sam Jacobsen umsetti brotsspark til mál.
55 min.
1-2: Erling Jacobsen 50.
Víkingur hevur aftur lagt seg á odda. Miðverjin Erling Jacobsen setti við høvdinum bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.
KÍ er nú undirmannað. Høgni Madsen hevur fyri aðru ferð sæð gult og harvið reytt kort, og nú er hann farin í vetrarfrí!
Hálvleikur
45 min.
1-1
Tað hevur gingið javnt á síðstu løtuna. Hóast tað er greitt, at Víkingur hevur vunnið bronsumerkini, og at KÍ hevur vunnið fimta plássið og harvið ein heimadyst eyka næsta ár, so verður spælt av lívsins kreftum í góðveðrinum í Klaksvík.
25 min.
1-1
Oddmar á Lakjuni stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.
15 min.
0-1
Finnur Justinussen stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir frísparksinnlegg.
KÍ-Víkingur
KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Bjarki Vágstún, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør, Johan Jacobsen, Álvur F. Christiansen - Kristoffur Jakobsen
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen
----
Liðugt
3-2
80 min.
3-2: Jónleif Højgaard
Toftamenn hava rættuliga vent gongdini. Teir eru nú á sigurskós. Málskjútti til 3-2 var Jónleif Højgaard, sum er ein av teimum, sum hevur staðið seg rættuliga væl í ár.
Tað tykist ganga striltið hjá EB/Streymi at vinda seg upp aftur, og harvið eru toftamenn við at geva venjaranum Bill Jacobsen eina vakra farvælgávu.
65 min.
2-2
B68 hevur svarað aftur. Nú er støðan 2-2.
Fyrst var tað Kristian Anton Andreasen, sum umsetti brotsspark til mál, eftir at Oddur Højgaard varð feldur, og eina lítla løtu seinni javnaði B68. Ndende stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at fríspark varð sent innfyri.
Hálvleikur
45 min.
0-2
B68 hevur misnýtt brotsspark
30 min.
0-2
Pætur Dam Jacobsen hevur økt um leiðsluna, og harvið eru teir í Sundalagnum orduliga við at staðfesta, hvussu gott kappingarárið hevur verið. Talan var um frísparksinnlegg úr høgru. B68 málverjin hálvbjargaði, og miðvallarstríðsmaðurin var fyrstur á returbóltinum.
25 min.
0-1: Leif Niclasen 2.
Toftamenn vóru ikki skipaðir, tá ið EB/Streymur fór í fyrsta álopið. Bólturin varð spældur fram í brotsteigin, har Leif Niclasen eftir eitt sindur av aftur og fram sendi bóltin í málið.
B68-EB/Streymur
---
Liðugt
1-3
1-3: Klæmint A. Olsen brotsspark
75 min.
1-2: Mamuka stútaði bóltin á stólpan og var fyrstur á returbóltinum.
Hálvleikur
45 min.
1-1
NSÍ var leingi omaná, men síðstu løtuna undan steðginum hevur longu niðurflutta B71 spruttað heilt fitt.
30 min.
1-1
0-1
Ari Ó. Ellingsgaard, sum fyri tað mesta hevur verið skiftisspælari, síðani hann í summar flutti úr ÍF og til NSÍ legði gestirnar á odda, men heimaliðið svaraði aftur eftir horna. Tað var Bakari Bojan, sum við høvdinum setti bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.
B71-NSÍ
---
Liðugt
90 min.
1-2: Nenad Saric
80 min.
0-2: Dánjal Rói Olsen
ÍF hevur í 2. hálvleiki roynt at leggja nógv fyri í álopspartinum, men tað hevur sligið bakk. Í skjótum mótálopi hevur 07 Vestur skorað og harvið økt um leiðsluna.
65 min.
0-1: Tehe Ariastidé 58.
07 Vestur hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin, og miðverjin Tehe Aristidé hevur við høvdinum umsett hornasparksinnlegg til mál.
Lív er komið í, og báðir partar hava síðani havt góðar møguleikar - Andy Olsen fyri ÍF og Joseph Bassene fyri 07 Vestur.
Hálvleikur
0-0
Talan hevur ikki verið um skipað álopsspæl og gjøgnumspæld álop.
30 min.
0-0
ÍF-07 Vestur