B36 kemur flúgvandi inn á Skála

Hýrurin er góður í B36 eftir flotta sigur á Malta í vikuni, men lið hava tað ofta trupult í landskappingini eftir europeiskar dystir. Hesaferð skal B36 tó spæla ímóti liði, sum spældi strævnan Europa Cup dyst so seint sum hóskvøldið

B36 kann við einum sigri á Skála toga seg inn á oddaliðið EB/Streym, meðan Skála hugsar um at sleppa leyst av botninum.
Bæði B36 og Skála hava spælt europeiskar dystir í vikuni, og tað plagar ofta at merkja trupulleikar í heimligu kappingini í næsta dysti. Hesaferð eru bæði liðini í somu støðu, men B36 hevur tann fyrimunin, at spælararnir hava hvílt longri síðani seinasta dyst.
B36 spældi í nógvum hita á Malta týskvøldið og vann heili 3-0, meðan Skála brúkti nógv orku í dystinum ímóti Start á Svangaskarði í gjárkvøldið.
 
Skála hevur skaðar
Skála kann ikki brúka verjuspælaran Arnhold Berg til dystin sunnudagin, tí hann fekk reytt kort seiansta vikuskiftið. Miðvallarovastin Pauli G. Hansen gavst at spæla á Svangaskarði hóskvøldið, og hann hevur ein skaða í økslini at stríðast við.
Pætur Dam Jacobsen spældi aftur hóskvøldið, men hann hevur ikki spælt nógvu seinastu umførini, og orkan var ikki, sum hon plagar at vera. Bjarni Jørgensen og Bárður Danielsen eru ikki komnir fyri seg eftir skaðar enn.
B36 hevur ikki spælt í Formuladeildini í tvær vikur, men sunnudagin koma teir við góðum sjálvsáliti inn á Skála at royna seg. Teir hava allar teir, sum hava spælt seinastu umførini, tøkar til dystin.