B36-liðskipari fingið leikbann

Hann verður harvið ikki við ímóti KÍ sunnudagin.

Stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36 og liðskipari teirra í fleiri ár, og liðskipari nú Jákup á Borg hevur verið úti við skaða, Klæmint Matras, verður ikki við í dystinum ímóti KÍ sunnudagin. Hetta er greitt, eftir at hann í dystinum ímóti AB í gjárkvøldið fekk 5. gula kortið í ár og harvið er leikbannaður.


33 ára miðvallarin, sum eftir hálvtannað ár burturi frá fótbólti á hægsta stigi gjørdi comeback hetta kappingarárið, hevur higartil í ár spælt 15 dystir og skotið eitt mál fyri B36. Tá ið skaðar ikki hava darvað, hevur hann – eins og ígjøgnum nógv ár – verið fastur partur av sentrala miðvøllinum saman við Róaldi Jakobsen.


Hetta 5. gula kastar ein dag leikbann av sær. Tað merkir, at hann aftur verður tøkur tá ið Víkingur vitjar oddaliðið í Gundadali 14. septembur.