Sjálvsagt vóru teir í B36 hóskvøldið harmir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna móti Ankaragücü og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfarið í UEFA Cup. Hetta vóru teir bæði av ítróttarligum ávum ? fyri spælarar við so nógvum royndum, sum teir flestu hjá B36 hava, er tað týdningarmikið at fáa íblástur gjøgnum stórar avbjóðingar ? og av fíggjarligum ávum.
Seinnapartin fríggjadagin varð lutur kastaður í Monaco um, hvussu liðini skulu spæla í næsta umfarinum. Eurosport var á staðnum, og tað vil siga, at B36 fólkini kundu fylgja beinleiðis við í, hvussu luturin fall hjá Ankaragücü, sum hóskvøldið sendi B36 úr UEFA Cup.
Og tað er einki at siga til, at teir í B36 iðra seg. Tí luturin hjá turkiska høvuðsstaðarliðnum fall soleiðis, at teir í næsta umfarinum skulu spæla móti spanska stórfelagnum Atletico Madrid. Alt gott at siga um hini liðini, sum síðani 1993 hava verið í Føroyum og spælt í europeisku kappingini, men spanska felagið hevði verið tað størsta og í hvussu so er mest áhugaverda, sum nakrantíð hevði spælt í Føroyum, og tískil hevði talan verið um ógvuliga stóra ítróttarliga avbjóðing.
Milliónaupphæddir
Og upphæddirnar, sum Kjartan Mohr, peningarøkilin hjá B36, skuldi hildið skil á, høvdu verið stórar, um tað í staðin fyri Ankaragücü hevði verið B36, sum datt úr glaskúluni í Monaco fríggjadagin.
Í fyrsta lagi hevði B36 fingið fýra hundrað túsund krónur frá UEFA fyri at taka lut, men hetta hevði bara verið ein partur av samlaðu inntøkunum. Stóru pengarnir í europeiskum fótbólti koma fyri sjónvarpsrættindini, og akkurát sum í EM og HM endaspølum, so gevur tað eisini í europeisku kappingunum mest pengar at fáa mótstøðulið úr ávísum londum.
Meðan upphæddirnar, sum fáast fyri at selja sjónvarpsrættindini í sambandi við dystir móti eystureuropeiskum liðum eru smáar ? um tað yvirhøvur eyndast at selja ? so eru upphæddirnar í Vestureuropa hópin størri, og tær eru serliga stórar, tá mótstøðuliðini koma úr Onglandi, Týskalandi, Hollandi, Fraklandi, Spania og Italia.
? Sjálvsagt var hetta harmuligt, men vit kunnu ikki dadla nakran annan fyri hetta enn okkum sjálvum. Eg eri samdur við venjaranum í, at spælararnir gjørdu tað, teir megnaðu, og tíverri vísti hetta seg ikki at vera nóg mikið, staðfestir formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø.
Atletico Madrid eigur heimavøll í fyrra dystinum móti turkiska liðnum. Fyrru dystirnir í hesum umfarinum í UEFA Cup verða spældir týsdagin 14. og hósdagin 16. september, og seinnu dystirnir verða spældir 28. og 30. september.
Hevur tú nakra hugmynd av, hvussu stóra upphædd tit kundu havt fingið burturúr sjónvarpsrættindunum, um tað vóru tit, sum skuldu havt spælt móti spanska stórfelagnum?
Kristjan á Neystabø:
? Vit hava eina avtalu við UFA, og tað høvdu verið teir, sum skuldu fingið avtalur í lag við onkra spanska sjónvarpsstøð. Inntøkurnar til UFA og okkum høvdu verið tengdar at sølu av rættinum at sjónvarpa og inntøkunum frá lýsingum, sum spanskar fyritøkur høvdu havt kring Tórsvøll. Eg veit ikki, hvussu nógv tað hevði verið, men eg tori at siga, at alt í alt hava vit ikki fingið meiri enn eina millión, sum vit kundu havt fingið. Og tá skulu vit eisini taka við, at jarðskjálvtin í Turkalandi hevði við sær, at vit ikki fingu nakað burturúr áhuganum, sum frammanundan jarðskjálvtanum hevði víst seg at vera fyri dystinum her í Havnini móti Ankaragücü.
? Hetta er sum at ganga á bingo. 96 lið vóru í lutakastinum, og tú droymir um stóra vinningin, men tá tað er so tætt við, so er tað ikki frítt, at tú iðrar teg eitt sindur, heldur B36 formaðurin.