B36 hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at tað verður Meinhardt Joensen, sum skal loysa Jákup Mikkelsen av sum málverji. Jákup Mikkelsen, sum er fluttur aftur til Klaksvíkar, gjørdi í heyst av, at hann fer aftur til KÍ,og tað bar við sær, at Meinhardt Joensen misti sjálvskrivaða plássið, sum hann annars hevur havt seinastu tvey árini.
Meinhardt, sum er 28 ára gamal, hevur í fleiri ár verið roknaður millum fremstu føroysku málverjarnar, og onkran landsdystin hevur hann eisini siti á beinkinum sum eykamálverji fyri Jákup Mikkelsen. Umframt KÍ hevur hann eisini spælt í B68 og GÍ.
KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>