B36 á ovastu rók

VB/Sumba beit frá sær í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vísti Sylla enn einaferð, hvussu vandamikil hann er. Og so endaði dysturin so, sum væntað varð

Tað var ikki púra eyðsýnt í Gundadali í gjár, at her var tað oddurin móti botninum, ið møttust.

Gestirnir úr VB/Sumba vóru als ikki fyri »nothing«, og serliga fyrsta hálva tíman hevði B36 stórar trupulleikar við at við at fáa spælið at hanga saman. Men hóast VB/Sumba soleiðis vóru rættiliga næskir, so tala hagtølini sítt týðiliga mál: Eingin hevur megnað at skora móti árstalsfelagnum í seks teimum seinastu dystunum.

So tað er stóra uppgávan hjá liðunum, sum møta B36, at lirka eina vælleikandi verju upp, væl stýrd av Fróða Benjaminsen, ein leikari, ið levarar vøruna hvørjaferð.

Kurt Mørkøre hevði valt at royna samansetingina Sylla-Casthillo, men tað tóktist ikki at virka optimalt. Kanska er brasiliumaðurin heldur feskur í felagnum og krevur nakað av tíð at venja seg við nýggju liðfelagarnar.

Henda fyrsta hálva tíman vóru gestirnir sum nevnt væl við, og serliga gjørdi Aco Pandurovic um seg. Hann var uttan iva besti maður hjá suðuroyarliðnum hendan dagin.

Teir trýstu okkum væl fyrstu longu løtuna. Veingirnir trýstu, so okkara bakkar ikki komu rættiliga við í uppspælið, og gjørdi, at vit ongantíð fingu róð yvir spælið, sigur Mikkjal Thomasen, ið var rættiliga imponeraður av nýggja áleyparanum hjá VB/Sumba, Aco Pandurovic.


Hepnar útskiftingar

Hvørki av liðunum gjørdist av álvara vandamikið í fyrra hálvleiki, tó burtursæð frá einum innleggi til Hanus Thorleifsson, sum hann tætt undir málinum smekkaði á yvirliggjaran.

Í hálvleikinum valdi B36-venjarin at skifta út, og á vøllin komu Heini í Skorini og Oddmar Færø fyri Anderson Casthillo og Hanus Thorleifsson.

Hetta tóktist at seta ferð á heimaliðið og eftir einari løtu skoraði Sylla tvær ferðir. Fyrst tá ein bóltur bleiv stungin flatt fram til ivorianaran, sum skermað-i væl av, snaraði sær og rann frá VB/Sumba-verjuni, áðrenn hann sendi bóltin í vinstru síðu av málinum.

Stutt seinni trekti Heini í Skorini upp á longs og lyfti bóltin upp inn um gestaverjuna, har Bergur sendi innfyri til Sylla, og so stóð 2-0 til heimaliðið.

Santos mátti av vøllinum við snuddi, og inn fyri hann kom Kenneth Jacobsen. Og stutt eftir hetta fekk eisini Bergur ein snudd, so seinastu tjúgu minuttirnar mátti B36 spæla við tíggju monnum.

Heimaliðið tóktist nú nøgt við at halda støðuna, og VB/Sumba megnaði ikki av álvara at hótta sterku B36-verjuna.


Stakk framum

Við hesum sigrinum hevði B36 sostatt gjørt sina skyldu. Og tað kom helst ikki illa við hjá hvørki leikarum ella viðhaldafólki tá greitt var, at NSÍ hevði snávað á heimavølli móti Skála.

Krumtappurin á miðvøllinum hjá B36, Mikkjal Thomasen, er eisini væl nøgdur við, at B36 nú hevur stungið nøsina fram um í oddinum.

Tað hevði verið ein stórur fyrimunur at verið framman fyri NSÍ, tá vit skulu møta teimum í Runavík um fjúrtan dagar. Men áðrennn tað skulu vit taka ímóti KÍ í Gundadali, og tað verður ein torførur dystur, tí klaksvíkingar hava vunnið tríggjar dystir á rað, sigur Mikkjal Thomasen.

Skaðalistin hjá B36 sær tó soleiðis út í løtuni, at Santos, Bergur Midjord og Ingi Højsted sita uttanfyri, og tað sær út til, at í hvussu er Bergur ikki verður við komandi vikuskifti, tí hann fekk eina álvarsliga fipurspreinging í dystinum í gjár.

Hjá felagsliðnum úr Suðuroy sær alt meiri trupult út. Liðini omanfyri strikuna fáa stig, og skjótt fara dystirnir at ganga undan. Men vónin verður ikki slept, so leingi sum ein teoretiskur møguleiki enn er fyri bjarging.



B36-VB/Sumba 2-0 (0-0)

1-0 Ahmed Davy Sylla (57)

2-0 Ahmed Davy Sylla (60)

Dómari: Ransin Djurhuus

B36: Jákup Mikkelsen – Alex José dos Santos (Kennneth Jacobsen 64), Fróði Benjaminsen, Herbert í Lon Jacobsen, Johan V. Gunnarsson – Hanus Thorleifsson (Oddmar Færø 46), Mikkjal Thomasen, Bergur Midjord, Klæmint Matras – Anderson Castilho (Heini í Skorini 46), Ahmed Davy Sylla

VB/Sumba: Vlada Filopovic – Dimitrije Jankovic, Dan Djurhuus, Sune úr Hørg, Marco Moravsic – Jónar B. Dahl (Jón Samuelsen 72), Dánjal J. Joensen, Jákup F. Olsen, Jón K. Poulsen (Heini Bech 87), Henning Joensen (Martin Tausen 50) – Aco Panduravic

Gult kort: Dan Djurhuus