B36 fær í kvøld vitjan av suverena toppliðnum. KÍ hevur vunnið fulla úrtøku í øllum dystunum uttan í heimadystinum ímóti HB, sum endaði 2-2. B36 fór úr Klaksvík við 4-0 tapi. Tað var 9. mai, og síðani tá hevur B36 spælt fýra dystir – tríggir sigrar og ein javnleikur og so bíðar útsetta grannauppgerðin ímóti HB.
Mikudagin bórust tíðindini um, at klaksvíkingar og Mikkjal Thomassen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Mikkjal verður venjari har norðuri í hvussu so er fram til ársenda 2025. Tað ber frið við sær um venjaraspurningin, og tað er ikki útilokað, at onkur nýggjur spælari verður at síggja í Klaksvík í summar:
-Tað fara vit ikki at útiloka. Vit hugsa fleiri ár fram í tíðini. Um tað skuldi komið upp á tal, at vit skrivaðu sáttmála við nýggjan spælara nú, so hevði talan verið um sáttmála, sum bant spælaran at KÍ í hvussu so er fram til ársenda 2022, sigur Mikkjal Thomassen.
B36 er framvegis illa plága av skaðum. Kortini gav avrikið á Eiði ábending um, at tað gongur rætta vegin.
Í løtuni snýr spenningurin seg ikki so nógv um FM. Kappingin snýr seg um plássini í Europa og um nakað lið yvirhøvur er ført fyri at skala KÍ. So fæst í kvøld at síggja, um B36 verður fyrsta liðið at skora og vinna stig ímóti KÍ síðani 9. mai ella í meiri enn seks vikur.
Hjá B36 er Sebastian Pingel tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Hann varð skiftur inn í sigrinum í Hólmanum á Eiði. Eli Falkvard Nielsen er langtíðarskaddur (slitið krossband), og Andreas Thomsen (knæskaði) og Brian Jakobsen (lærkrikin) eru skaddir.
Ivasamt er, hvussu tað í kvøld verður við Tobias Christensen (vøddaskaði), Andrass Johansen (fótliður) og Alex Mellemgaard (lærkrikin).
In.fo visti fyrr í vikuni at siga, at Uros Stojanov var á veg úr ÍF og í B36. Hann verður ikki á B36 listanum í kvøld.
Hjá KÍ vóru Jóannes Bjartalíð, Jesper Brinck og Jasper Van Der Heyden á vøllinum í ein hálvleik í 1-0 heimatapinum í fyrstu deild í gjárkvøldið. Tí vera teir ikki millum teir fyrstu í kvøld. Páll A. Klettskarð er skaðadarvaður og verður neyvan millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
B36 – KÍ: Alex Troleis kl. 19.00.