B36 skal víðari

FC Hoyvík hevur eitt gott lið, men sunnudagin mugu teir vera tveir, møguliga tríggjar leikara fyri uttan og tað kann kosta teimum dýrt ímóti topptrimmaða B36

FC Hoyvík vantar bæði Mortan Joensen og Janus Mortensen til fjórðingsfinaludystin móti B36 sunnudagin. Haraftrat er tað ógvuliga ivasamt, hvussu verður við Jørgen Meitilberg.

Samstundis hevur liðið heldur ikki fingið nakra ynskibyrjan upp á landskappingina, við einum stigi eftir tríggjar dystir.

Tí er ein sigur av sannførandi slagi, einasta nøktandi úrslitið hjá B36 sunnudagin. Hetta hóast menn sum Bergur Midjord, Heini í Skorini og Herbert í Lon Jacobsen eru skaddir, umframt at tað er ógreitt hvussu verður við Fróða Clementsen og Høgni Eysturoy.

B36 er nummar eitt í landskappingini og B36 er nógv tað betra liðið. Sunnudagin skal tað prógvast við, at B36 spælir seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið – tað er so einfalt sum tað.