B36 spælir í kvøld venjingardyst móti Víkingi. Venjingardysturin, sum verður í Gundadali, verður stoymdur beinleiðis á leinkju hjá B36. Hetta er eitt nýtt átak, sum B36 skipar fyri.
Beinleiðis: B36 – Víkingur (Trýst HER)
Stroyming av føroyskum fótbólti hevur fingið vind í seglini seinnu árini. Nú ger B36, sum fyrsta felagið í Føroyum, tað møguligt at síggja venjingardystirnar heima í sofuni.
Talan er um dyst millum tey bæði feløgini, sum hava vunnið FM seinsastu trý árini. Tí er ikki ongin spenningur undan dystinum. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.30.
B36 fer at stroyma fýra venjingardystir undan kappingarbyrjan.
Dystirnir eru hesir:
25. januar kl. 18.30: B36 - Vikingur
10. februar kl. 19.00: B36 - NSÍ Runavík FC
11. februar kl. 13.00: B36 - 07 Vestur
22. februar kl. 17:30: B36 - Giza Hoyvík