B36 er framvegis væl við í undanumfarinum til undankappingina í Champions League, eftir at árstalsfelagið í kvøld tapti tepurt 1-0 fyri maltesiska Valletta í hitanum á Malta. Einsamalla málið skoraði argentinski Federico Falcone, tá hann var fyrstur á returin, eftir at Trygvi Askham bjargaði.
Valletta var leikliga omaná til liðið skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá tók B36 yvir og kundi upp til fleiri ferðir havt javnað. Serliga ungi Hannes Agnarsson var ein støðu hóttan, eftir at hann kom inn. Hann fekk ein av tveimum teimum heilt stóru møguleikunum, tá hann rann seg leysan í høgru, men málverjin bjargaði.
At síggja til, so hevur B36 allar møguleikar at venda 1-0 tapinum til sín fyrimun í Gundadali um eina viku. Tað krevur tó, at tvífaldu meistararnir aftur rakað málið. Sum so ber illa til at finnast at avrikinum, tí B36 spældi væl eftir umstøðunum, og megnaði at trýsta Valletta, eftir at vertirnir komu á odda.
Liðið er: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Hanus Thorleifsson (Hannes Agnarsson, 71.min), Alex Mellemgaard (Lukasz Cieslewicz, 75.min) og Jákup á Borg (Sebastian Pingel, 82.min)
Á bonkinum: Bjarni Petersen, Jógvan Skeel Nolsøe, Rói Hentze, Pætur Petersen.
Beinleiðis frásøgn:
90.min: Valletta vinnur 1-0, eftir at B36 trýstur Valletta í botn seinastu løtuna. B36 hevði møguleikarnar at javna, men bólturin vildi ikki inn.
89.min: B36 fær ikki umsett hornasparkið til meiri enn eitt innlegg. Dómarin leggur fimm minuttir afturat.
86.min: B36 við góðari skotroynd, men málverjin bjargar. Eftirfylgjandi vinnur B36 sær innkasti í víðari gevur eitt horna. B36 hevur havt møguleikarnar at javna her!
85.min: Jónas Tór Næs við langum innkasti, ið verður stúta viðari, men ongin tekur í móti.
81.min: Sebastian Pingel kemur inn fyri Jákup á Borg
77.min: Aftur stórur møguleiki til B36. Hesa ferð er tað Hannes Agnarsson, sum rennur seg leysan á høgra vongi, men málverjin bjargar ein móti einum.
Alex Mellemgaard er farin út. Í hansara stað er komin Lukasz Cieslewicz.
76.min: B36 hevur stóran møguleika, tá málverjin hjá Valletta ikki heldur bóltinumí fyrstu atløgu. B36 spælararnir blívur tó taklaður í evstu løtu.
71.min: B36 skiftur Hannes Agnarsson inn fyri Hanus Thorleifsson. Hannes kemur inn á høgra vongin, har Hanus var framman undan. B36 er um at svara aftur, men innleggið frá Gesti B. Dam liggur ov tætt at málverjanum, ið kemur út og tekur tað.
69.min: 1-0 til Valletta! Federico Falcone. So kom málið til Valletta. B36 missur bóltin og er ikki upp á pláss. Trygvi Askham bjargar í fyrstu atløgu, men retururin verður sparkaður í málið.
66.min: B36 ger ein brølara í verjuni og tað er um reppi, at Valletta umsetur til mál, men bólturin verður ruddaður av vandaleið beint áðrenn áleyparan sleppur at skjóta. Tað var Hørður Askham, sum var óansin við eini avlevering í verjuni.
62.min: B36 er nú aftur undir einum stórum trýsti, men higartil er verjan væl skipað og ruddar vekk hvørja ferð tað er um at blíva vandamikið. Í so máta hevur B36 tamarhald á støðuni, men nú er langt millum mótálopini.
53.min: Valletta hevur havt tveir rímiligar møguleikar, meðan B36 eisini hevur verið framvið við einum innleggi, men enn er málleyst.
Hálvleikur 0-0: Eftir eina løtu við rímiligum trýsti frá Valletta, so hevur B36 fótað sær væl. Valletta hevur nokk munin leikliga, men tað er ikki oftani, at tað blívur ordiliga vandamikið. Við upplegginum hjá B36 í huga - um at verða fyrst og fremst - so hevur tað eydnast væl. Málleyst í hálvleikinum.
44.min: B36 hevur fínt tamarhald á dystinum, men stutt fyri hálvleik hevur Valletta rímiliga stóran møguleika, sum tó endar við málsparki og einum samanstroyti millum Trygva Askham og Valletta spælara.
37.min: Alex Mellemgaard hevur fyrstu veruligu royndina hjá B36, tá hann roynir seg við skoti eftir væl uppspælt álop. Rakar tó dygst framvið.
30.min: B36 er komið fyri seg, eftir at Valletta trýsti at byrja við. Nú er meiri javnt og B36 er eisini framvið.
26.min: B36 hevur horna, men samanspælingin riggar illa og endar við at Valletta fer í mótálop. Trygvi Askham kemur í millum og so er vandin av.
24.min: B36 er undir støðugum trýsti frá Valletta, sum eisini hevur havt vandamikið fríspark, sum B36 tó fekk ruddað vekk.
14.min: Valletta hevur góða skotroynd útifrá, men Trygvi Askham hevur tamarhald á støðuni.
10.min: Tað er ikki hent so nógv teir fyrstu tíggju minuttirnar. Bæði liðini hava gjørt nøkur fríspørk og ongin málmøguleiki hevur verið. Gestur B. Dam hevur fingið gult kort.
Stroyming: Trýst á pílin á myndini
Undan dystinum: Her fara vit at fylgja dystinum millum Valletta FC úr Malta og B36 í undankappingini til Champions League. Umframt at koma víðari, so fær vinnarin eisini 1,5 milliónir krónur.
Les eisini: Tí byrjar Jákup á Borg inni
Fyrr í dag kunngjørdi Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, liðið fyri in.fo. Hann legði dent á, at til fyrra dystinum verður langt nógv fyri í verjupartinum.
Les eisini: Tí er Lukasz á bonkinum
Veddingarfyritøkurnar hava Valletta FC til stórfavoritt undan dystinum á Malta í kvøld. Ein heimasigur gevur pengarnar 1.45 ferðir aftur, meðan ein sigur til B36 gevur pengarnar millum 5 til 9 ferðir aftur.
B36 hevur annars góðar royndir frá Evropa fótbólti á Malta. Í 2006 vann B36 3-0 á Birkirkara í táverandi Evropa Cup. Millum málskjúttarnar var Hanus Thorleifsson, ið byrjar inni aftur í dag sum tann einasti frá tí dystinum. B36 vann samanlagt 5-2. (Faroesoccer)
Tveir aðrir fyrrverandi B36'arar, sum hava gjørt um seg á Malta eru Tódi Jónsson og Øssur Hansen. Teir skoraðu hvør sítt mál, tá føroyska landsliðið í 1997 vann 2-1 á Malta. Hvørgan teirra umboðaði tó B36 tann dagin.
Tað gjørdu tó Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson og John Petersen, sum allir vóru við at vinna B36 meistaraheitið minniliga dagin í Vági tað árið. (Faroesoccer)
Liðið er: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard og Jákup á Borg
Á bonkinum: Lukasz Cieslewicz, Bjarni Petersen, Sebastian Pingel, Jógvan Skeel Nolsøe, Rói Hentze, Hannes Agnarsson Pætur Petersen.