B36 hevur sett Símun Joensen sum høvðusungdómsvenjara. Hann alvoysir Áka Johansen, sum ikki heldur fram í sessinum. Eisini hevur evnaríki Magnus Holm Jacobsen fingið sáttmála við besta liðið.
Símun Joensen, sum er 33 ára gamal, er Klaksvíkingur, og hann eigur sína fótbóltsuppaling hjá KÍ. Árini frá 2010 til 2014 var hann tó partur av B36, har hann var við til at vinna tvey FM-heiti.
Símun hevur lokið B-prógv sum venjari, og hann var venjari hjá okkara U16-dreingjum í ár, umframt at hann í fjør var hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomassen í KÍ.
Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Símun millum annað at hava leiklutin sum sparringspartnari og vegleiðari hjá stóra toyminum av ungdómsvenjarum, sum eru virkin í felagnum, umframt at hann verður lyklapersónur, nú læru- og menningarætlanin hjá B36 av álvara skal setast í verk, skrivar heimasíðan hjá B36.
B36 megnar at seta við
B36 er eitt av teimum feløgunum, sum hevur dugað væl at sett ungt fólk við. Á besta liðnum í dag eru spælarar sum Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Benjamin HeinesenPætur Petersen, Hannes Agnarsson, meðan ungir spælarar sum Erlendur Magnussen, Hugin Samuelsen, Gilli Samuelsen, Fróði Rasmussen og Jón Eiler Simonsen hava allir fingið debut í ár. Harafturat kann nevnast, at ungi málverjin Rói Hentze hevur vant við í ár.
Næsti spælarin, sum B36 ætlar at menna til framtíðina er Magnus Holm Jacobsen. 16 ára gamli miðvallarin bleiv kosin til besta spælarar í EM undankappingini, tá U17 landsliðið vann seg víðari fyri kortum. Hann hevur vant við besta liðnum nakrar ferðir í ár. Hann hevur nú fingið sáttmála.