B36 vann í Runavík

1. DEILD: Hóast heimaliðið legði seg á odda, so svaraði B36 so dyggliga aftur

16 ára gamli Mattias Hellisdal var í dag fyri fjórðu ferð málskjútti fyri B36 í 1. deild

Næstbesta liðið hjá B36 var eitt skifti í tungum sjógvi í næstbestu deildini. Tá var kappingin eitt nú við næstbesta liðið hjá NSÍ um at sleppa undan niðurflytingarplássi.

 

Í dag var B36 í Runavík, og teir í árstalsfelagnum fóru suður aftur við 3-1 sigri og øllum stigunum.

 

Longu undan dystinum var NSÍ flutt niður. NSÍ er næstaftast við 15 stigum, og eftir 3-1 sigurin í dag er B36 á áttanda plássi við 27 stigum.

 

21 ára gamli Yehor Korytskyi legði NSÍ á odda, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Ukrainski spælarin flutti í summar til NSÍ, men hann hevur ikki megnað at vinna pláss á besta liðnum. Í dag var hann fyri áttandu ferð á næstbesta liðnum, har hann nú hevur skorað tvey mál.

 

Átta minuttir eftir, at heimaliðið hevði lagt seg á odda, svaraði B36 aftur, tá ið Ingi Arge umsetti brotsspark til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá Inga, sum higartil hevur spælt 10 dystir á næstbesta B36 liðnum í ár.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði B36 seg á odda 2-1. Málskjútti var 18 ára gamli Rói Wilhelm Fossabrúgv. Hann hevur í ár verið ein av drúgvastu á B36 liðnum, og hetta var triðja málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.

 

Mattias Hellisdal staðfesti 3-1 sigurin í síðsta minutti. 30 minuttir undan leikloki, varð hann skiftur inn. Hetta var fjórða ferðin, at 16 ára gamli Mattias J. Hellisdal var málskjútti í næstbestu deildini.

 

16 ára gamli Mattias Hellisdal var í dag fyri fjórðu ferð málskjútti fyri B36 í 1. deild