B36 vendi øllum á høvdið

1. DEILD: Hóast NSÍ var frammanfyri 2-0 í fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað B36 at fara til hús við øllum stigunum

Lukas S. Enevoldsen, sum leingi hevur verið skaddur, spældi í kvøld 45 minuttir á næstbesta liðnum hjá B36, sum vann 3-2 í Runavík

Aftur í kvøld stóð NSÍ eftir við ongum, hóast tað leingi sá út til, at B36 fór at fara suður aftur við ongum.

 

Tá ið tað var hálvleikt, var støðan 2-0 til NSÍ. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var úrslitið 3-2 til B36, sum harvið vann fyri aðru ferð á rað, og sum nú hevur seks stig og er á áttanda plássi. 3-0 tapið ber við sær, at NSÍ er á níggjunda plássi við fýra stigum.

 

Súni Hansen umsetti beinanvegin brotsspark til 1-0 heimaleiðslu, og tá ið hálvur tími var farin, økti Jóel Høgnason Jacobsen um leiðsluna til 2-0.

 

Fýra minuttir eftir steðgin kom spenningur í aftur, tá ið 18 ára gamli Rói Vilhelm Fossabrúgv minkaði um munin til 2-1, og 12 minuttir seinni var 2-2. Hans Jákup Annfinsson var málskjútti, tá ið hann akkurát var skiftur inn á B36 liðið.

 

Carl Mikkelsen átti uppleggið til 2-2 málið, og átta minuttir undan leikloki skoraði Carl Mikkelsen B36 3-2 sigursmálið.

 

Meinhard Janusarson og Áron Høj vóru teir á NSÍ liðnum, sum higartil ofta hava verið á besta liðstanum.

 

Hjá B36 var miðverjin Lukas S. Enevoldsen, sum leingi hevur verið skaddur, á B36 liðnum í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin loysti Bjarni Petersen hann av.

 

Næsti dystur hjá B36 verður fríggjadagin ímóti Undrið FF, og næsti dystur hjá NSÍ verður næsta leygardag á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Lukas S. Enevoldsen, sum leingi hevur verið skaddur, spældi í kvøld 45 minuttir á næstbesta liðnum hjá B36, sum vann 3-2 í Runavík