B68 bjóðar seg til í uppflytingarstríðnum

Fótbóltur, 3. deild: Fyri aðru ferð á árinum upplivdu vágamenn at standa á vøllinum og fáa avboð. Í HB eru teir framvegis stigaleysir, og hóast framgongd verður torført at fáa nakað undan summarsteðginum

Við gongdini undanfarin ár í huga varð undan kappingarbyrjan roknað við, at B68 mundi fara at verða millum liðini, sum fóru at vera við í stríðnum um uppflyting. Tey fyrstu umførini var gongdin eitt sindur jánkaslig, men nú hevur gingið so mikið væl, at B68 fyri fyrstu ferð er komið upp á plássið, sum gevur møguleika fyri kapping um eitt pláss í 2. deild. Um tað í síðsta enda fer at eydnast B68 at varðveita plássið, tað fer tíðin at vísa, men støðutalvan boðar frá, at tað er kapping um plássið. B36 er framvegis púra suverent og økir stútt og støðugt um leiðsluna, meðan tað frá B68 á øðrum plássi og niður til TB á sjeynda plássinum eru fýra stig.

Hjá HB er tað vorðið betri á tann hátt, at nú eru tað frá vikuskifti og til vikuskifti fleiri av teimum somu nøvnunum, ið ganga aftur. Hesa ferð vunnu teir fyri fyrstu ferð á árinum ein hálvleik, men tað er, sum kunnugt, ikki nóg mikið at fáa stig fyri, og nú er spurningurin, um tað fer at eydnast at fáa stig undan summarsteðginum. Tað eru tvær uppgávur eftir, og mett út frá støðutalvuni verður tað torført, bæði tá teir fáa vitjan av B68, og tá teir skulu suður til Sands.

Vesturi í Vágum hava teir havt eina turbulenta viku, har teir fyrst hava mist trý stig á skrivaraborðinum (sí greinina um hetta), og so hava vunnið trý uttan leikligt avrik. Teir í FS Vágar høvdu latið seg í fótbóltsbúnarnar og knýtt lissurnar, og dómaratrioin var komin um Vestmannasund, tá vágbingar ein lítlan tíma undan tíðini, sum útvarpið hevði lýst dystin at byrja, ringdu í Vágar og boðaðu frá, at teir ikki sóu seg førar fyri at spæla. Og so upplivdi FS Vágar fyri aðru ferð á árinum at vinna trý stig, eftir at teir høvdu fyrireikað seg at spæla, men onga mótstøðu fingu. Fyrra ferðin var, tá teir skuldu spæla móti HB í Gundadali.

Jens Erik Magnussen, kappingarstjóri, hevði í gjár ikki fingið nakra frágreiðing frá feløgunum. Kappingarnevndin fer at viðgera spurningin so skjótt, sum tað ber til. HB tapti sín dyst og fekk bót fyri ikki at møta á heimavølli. Ivaleyst verður talan um sama dóm til VB, sum sambært ásetingunum harafturat fer at missa heimavøllin móti FS Vágum. Sambært skránni skal FS Vágar til Vágs 12. september, men tað fara teir ikki. Í staðin skal VB, sum legði bragdliga fyri, men nú er dottið niður í botnin, í Vágarnar henda dagin.

Onkuntíð hava vit gramt okkum um, at tað hevur gingið so illa at fáa dómaraseðlarnar inn. Hvat hesum viðvíkur er talan um stóra framgongd. Týsmorgun kemur tað so at siga ikki fyri, at skrivstovan hjá Fótbóltssambandinum saknar nakran dómaraseðil frá 3. deildardystunum.


ÍF-HB 2-1 (0-1)

Tað var um at síggja landsliðið fyrstu árini eftir at føroyingar vóru farnir upp í altjóða fótbólt, var tað onkur, sum tók til og sipaði til avrikið hjá HB í Fuglafirði. Taktiskt líktist tað á tann hátt, at HB hevði heilt nógv fólk í og kring egnan brotsteig, og tað var um reppið, at teir høvdu eydnuna við sær.

Liðið er nú mannað við veteranum og heilt ungum monnum. Ein av teimum yngstu, U-16 maðurin Vagnur Mohr Mortensen, fekk hol á, tá 35 minuttir vóru farnir. Tað hevur ljóðað, at ÍF málverjin, Alfred Olsen, var á veg til GÍ, men nú var hann aftur í ÍF málinum. Hann var so óheppin at tveita bóltin tvørtur um í brotsteiginum. Ætlanin var at ein viðspælari skuldi fáa hann, men ungi havnarmaðurin kom ímillum og skoraði.

Í 2. hálvleiki royndi ÍF at toga spælið í síðurnar, og innskifti Ken Bærendsen skoraði tvey mál. Tað fyrra fekk hann á tímanum eftir diagonalt skift til Bárður á Lakjuni, sum legði innfyri aftur, og tað seinna fekk hann tíggju minuttir seinni eftir hornaspark.


B36-GÍ 8-3 (3-1)

Tað var heilt týðuligt, at her hitti eitt av teimum hampuliga góðu liðunum í deildini eitt annað lið, sum als ikki hoyrir heima í deildini. Á liðnum hjá B36 eru fleiri spælarar, sum øll tey liðini, ið eru í niðara endanum í 1. deild, høvdu kent kærkomnan styrk frá, um ungu menninir høvdu viljað farið úr barndómsfelagnum og í onnur feløg at fáa sær royndir.

Eingin ivi er í, at B36 komandi ár verður í næstbestu deildini. Teir vunnu sannførandi, teir vóru væl fyri, og fleiri av málunum vóru væl gjøgnumspæld.

Hjá GÍ skoraði Heini Heinason tvær ferðir, og harvið er hann ovast á máltindinum, men har verður hann neyvan leingi afturat, tí ætlanin hjá honum er at fara av landinum at arbeiða sum handverkari, og GÍ fer neyvan at keypa hann heim hvørt vikuskifti at spæla í 3. deild!


TB-KÍ 6-3 (3-2)

Klaksvíkingar vóru ikki illa fyri, og teir tóktust ætla sær stig. Rúni Elttør var væl upplagdur í álopinum. Hann setti hol á eftir ellivu minuttir, og hann svaraði aftur beinanvegin, eftir at Niels Gunnar Petersen hevði javnað. Hetta var eftir 21 minuttir og aftaná at TB hevði havt hornaspark.

Egil Steintórsson javnaði til 2-2, tá KÍ málverjin drálaði, soleiðis at spælandi venjarin kundi temja við bringuni og sneiða seg framvið aftasta manninum. Just Johannesen fór sjálvur gjøgnum tunnu verjuna ein minutt undan hvíldini, og í 2. hálvleiki fekk TB fleiri ferðir nyttu burturúr, at klaksvíkingar lógu frammarlaga.


B68-B71 5-2 (2-2)

Sandoyingar løgdu bragdliga fyri í kappingini, men nú tykist stígur vera komin í, og teir hava tapt tríggjar tær síðstu ferðirnar.

Í 1. hálvleiki var lítil og eingin munur á. Petur Thomsen, sum er strandingur, ið hevur spælt við B68 í ár, skoraði sítt fyrsta mál, tá 25 minuttir vóru farnir. Hann gjørdist leysur eitt sindur til høgru í brotsteiginum, eftir at innleggið var komið úr vinstru, og skotinum í handara síðunetið bilti einki. Jón Brekku javnaði, tá 32 minuttir vóru farnir, og so gekk skjótt, tí tá klokkan vísti 35 minuttir var støðan 2-2.

Í 2. hálvleiki var týðuligt, at sum heild var venjingarstøðan á heimaliðnum betri. Á Toftum hevur næstbesta liðið ofta verið mannað við nógvum eldri spælarum. Hetta hevur verið gott á tann hátt, at royndu menninir hava hjálpt til, heldur enn at standa uttanfyri, men tað hevur verið eitt sindur hugstoytt, at tað viðhvørt hava verið ov fáir ungir, sum bjóðaðu teimum eldru av í kappingini um plássini á næstbesta liðnum. Málskjúttarnir í 2. hálvleiki boða frá, at fleiri spælarar eru á veg, tí tað vóru bara menn úr yngra endanum, sum skoraðu: Hansmar Poulsen eftir 55 minuttir, Ronnie Svalbard eftir 66 og Arnfinn Olsen í næstsíðsta minutti.jh


Úrslit:

6. juni:

(útsettur frá 5. umfari)

FS Vágar-GÍ 3-3 (2-1)

1-0: Georg Haraldsen

1-1: Heini Heinason

2-1: Robert Bernhardson

3-1: Georg Haraldsen

3-2: sjálvmál

3-3: John Petersen


FS Vágar-VB

(FSV uttan dyst)


ÍF-HB 2-1 (0-1)

0-1: Vagnur Mohr Mortensen

1-1: Ken Bærendsen

2-1: Ken Bærendsen


B36-GÍ 8-3 (3-1)

0-1: Heini Heinason

1-1: Dánial P. Johansen

2-1: Bárður Olsen

3-1: Áki Mørk

4-1: Dánjal á Neystabø

5-1: Bárður Anthoniussen

6-1: Tórolvur Poulsen

7-1: Tórolvur Poulsen

7-2: Tummas Magnussen

8-2: Ragnar Poulsen

8-3: Heini Heinason


TB-KÍ 6-3 (3-2)

0-1: Rúni Elttør

1-1: Niels Gunnar Petersen

1-2: Rúni Elttør

2-2: Egil Steintórsson

3-2: Just Johannesen

4-2: Bárður Dimon

4-3: Pætur við Keldu

5-3: Egil Steintórsson

6-3: Bárður Dimon


B68-B71 5-2 (2-2)

1-0: Petur Thomsen

1-1: Jón Brekku

1-2: Jónsvein Bærendsen

2-2: Ronnie Svalbard

3-2: Hansmar Poulsen

4-2: Ronnie Svalbard

5-2: Arnfinn Olsen


Støðan, 3. deild:

B36770038-11 21

B68741220-13 13

ÍF741219-15 13

B71740331-19 12

GÍ732232-18 11

KÍ730430-37 9

TB730423-34 9

VB721415-23 7

FSV7214 7-15 7

HB7007 7-36 0


Málskjúttar:

Heini Heinason, GÍ12

Sørin Petersen, KÍ11

Bárður Olsen, B36 9

Sigfríður Clementsen, B36 7

Kristian Poulsen, B68 5

Jónsvein Thomsen, B71 5

John Petersen, GÍ 5