Veðrið er av tí fagrasta í Fuglafirði, og nú ÍF viðhaldsfólkini eru á veg til hús, er tað greitt, at næsta ár verður tað leygardag, at ÍF fer at spæla sínar heimadystir.
ÍF hevði vitjan av B68, og toftamenn vunnu 3-1. Tað ber við sær, at nú er tað greitt, at ÍF fer at enda aftast og harvið flytur niður í næstbestu deildina.
ÍF hevur sjey stig, og B68 er næstaftast við 17 stigum. ÍF hevur tríggir dystir eftir at spæla, og harvið ber tað ikki til hjá fuglfirðingum at vinna seg longur fram enn 16 stig.
Hvussu tað verður hjá B68 er framvegis opin spurningur. 3-1 sigurin í dag ber tó við sær, at møguleikin fyri at varðveita plássið í bestu deildini er størri nú, enn hann var undan ferðini inn um Varmakeldueið.
Tað er eitt stig fram til Skála, sum mánakvøldið fær vitjan av Víkingi, og tað eru tvey stig fram til EB/Streym, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti NSÍ.
Í hesum umfarinum hevur ÍF verið í fremstu deildini í tvey ár.
Brian Jakobsen legði B68 á odda í 12. minutti. Miðvallarin Sebastian Lau Nielsen átti snildu framleggingina.
Níggju minuttir seinni javnaði ÍF til 1-1. Málskorari var Jákup Andrias Thomsen, sum eftir summarsteðgin flutti úr Víkingi, har hann fyri tað mesta spældi á triðbesta liðnum, og til ÍF. Hetta var sjeyndi dysturin hjá honum á besta liðnum, og í dag skoraði 20 ára gamli Jákup Andrias fyri fyrstu ferð í reyðu ÍF troyggjuni.
Fýra minuttir eftir steðgin bar gott uppspæl í høgru 2-1 málið hjá B68 við sær. Fríði í Túni Petersen, sum av álvara hevur vunnið plássið á vongverjanum í høgru í ár, legði flatt innfyri, og mitt fyri málinum var tað Jóhan Josephsen, sum setti bóltin í málið. Jóhan Josephsen flutti úr summar úr KÍ og til B68. Í dag var hann fyri sættu ferð á besta B68 liðnum, og í dag skoraði Jóhan Josephsen, sum fyrr í mánaðinum fylti 19 ár, fyri fyrstu ferð í B68 troyggjuni.
20 minuttir undan leikloki var tað innskifti Bartal Páll Klein, sum staðfesti 3-1 sigurin. Hann rak skjótt fram í høgru, áðrenn hann sneiddi inn í vøllin og við vinstra beini og av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt inn við nærra stólpa.
Fríggjakvøldið fær B68 vitjan av Skála, og tá fer ÍF at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
ÍF – B68 1-3 (1-1)
0-1: Brian Jakobsen 12.
1-1: Jákup Andrias Thomsen 21.
1-2: Jóhan Josephsen 49.
1-3: Bartal Páll Klein 71.
Dómari: Bjarki Danielsen
ÍF: Tóri Traðará – Petur Meinhard Lundsbjerg, Símun Kalsø, Peter S. Ullum, Tonni J. Thomsen – Jóhann J. Højbro, Karl Løkin Ruben Møller-Nielsen – Silas Gaard, Uros Stojanov, Jákup Andrias Thomsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard – Andreas Pettersen, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen