B68 fekk stig í Lokeren

Toftamenn eru sera væl nøgdir við hugburðin og avrikið, sum teirra menn leygardagin vístu í Belgia

 

Inter-Toto


2500 áskoðarar sóu leygarkvøldið B68 spæla á einum so góðum grasvøli, sum teir ongantíð áður hava verið á. Og úrslitið boðar frá, at toftamenn stórtrivust á lítið brúkta, tætta og slætta vøllinum í Lokeren.

Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað kunnu bæði B68 og føroyskur fótbóltur sum heild vera heilt væl nøgd við.

Í fyrra dystnum, sum var á Svangaskarði næstsíðsta leygardag, vann belgiska liðið 4?2. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður Lokeren, sum fer at halda fram í kappingini. Í næsta umfarinum skulu teir spæla ímóti einum pólverskum liði.


Sama fólkið

Tá Lokeren var í Føroyum, vóu teir ikki fullmannaðir. Hetta skal skiljast soleiðis, at fleiri av føstu monnunum hildu summarfrí. Tá B68 var í Lokeren, hevði belgiska liðið umleið somu manning, sum teir høvdu í Føroyum. Í Lokeren vildu teir fegnir vinna, men kortini tóktist tað, sum um yvirskotið til neyðugu tyngdina fyri at taga B68 verjuna sundur, ikki var til staðar.

Lokeren hevði bóltin nógv meiri, enn B68 hevði bóltin, men uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini.

Á Svangaskarði skoraði Lokeren í evstu løtu undan steðginum, og á heimavølli var um reppið, at teir eisini fingu mál dygst fyri hálvleik. Í 38. minutti sendu teir innlegg í tvørtræið, og í yvirtíðini varð frísparksinnlegg stútað við síðuna av.

Magnus Poulsen vardi hesa ferð B68 málið, og í 2. hálvleiki hevði hann lítið at gera. Í 64. minutti var kortini um reppið, at Lokeren fekk mál, men Jann Ingi Petersen bjargaði á strikuni stútara eftir hornaspark.


Væl skipaðir

B68 fór á vøllin fyri at fáa eitt gott úrslit. Javnleikurin ber ikki víðari luttøku í Intertoto við sær, men kortini eru toftamenn væl nøgdir við, at teimum eydnaðist at fáa javnleik í Lokeren.

Eyðfinn Olsen var í mong ár verjuálit hjá B68, og í 1993 spældi hann tveir landsdystir. Nú er hann nevndarlimur í Tofta Ítróttarfelag:

? Mær dámdi stak væl mátan, sum okkara menn spældu uppá. Talan var um eitt kollektivt avrik, og teir vóru alla tíðina eitt hundrað prosent savnaðir um stóru uppgávuna. Teir tóku ongar kjansir afturi á vøllinum. Ofta spældu teir við longum sendingum, og okkara menn høvdu kanska fleiri upplagdar málmøguleikar, enn mótstøðumenninir høvdu. Tað var serliga hugaligt, at tað hilnaðist so væl, tá havt verður í huga, at Jan Dam, sum er ein av spælarunum, ið hevur flestu altjóða royndirnar, ikki var tøkur. Jan Petersen var aftstur í verjuni, og hann megnaði uppgávuna sera væl, sigur Eyðfinn Olsen.

Fyrsta málmøguleikan fekk B68, tá eitt stórt korter var farið. Eftir uppspæl í høgru sendi Jann Ingi Petersen innfyri, og heilfluktarin hjá Súna Fríða Johannesen fór dygst framvið stólpanum. Øssur Hansen og Marcello Marcellino vóru eisini tætt við, men einki mál kom.


Kendasti maðurin

Lokeren er á veg fram í belgiskum fótbólti. Tað er ikki so langt síðani, at felagið var í næstbestu deildini og um reppið at fara á húsagang, men nú gongur tað væl. Felagið hevur vunnið nógvar pengar við at keypa og selja spælarar. Teir endaðu á fjórða plássinum í ár, og komandi ár ætla teir at røkka uppaftur hægri, soleiðis at teir sleppa upp í part í Europa Cup.

Lokeren eigur í løtuni ikki nógvar serliga kendar spælarar, og sjálvt um fleiri B68 menn eru landsliðsspælarar, so taka teir tað okkum ikki illa upp, tá vit siga, at teir ikki eru serliga kendir í altjóða høpi.

Eingin ivi man vera um, at kendasti maðurin í Lokeren leygarkvøldið var ungverski UEFA maðurin. Sander Puhl var eygleiðari. Tað navnið munnu fleiri komast við. Ungverjin var í fleiri ár mettur sum ein tann besti dómarin í heiminum, og í finaluni í HM kappingini, sum í 1994 var í USA, var hann dómari, tá Brasilia vann á Italia.

Sunnukvøldið var B68 aftur í Føroyum, og nú fyrireika teir seg til útsetta landskappingardystin ímóti GÍ, sum í annaðkvøld verður á nýggja vøllinum í Gøtu.


Intertoto Cup

Lokeren?B68 0?0

Lokeren víðari í kappingini við málmuninum 4?2

Í Lokeren í Belgia leygarkvøldið 23. juni 2001 kl. 20.00

Dómarakvartett úr Hvítarusslandi

UEFA eygleiðari úr Ungarn: Sander Puhl

2500 áskoðarar

Lokeren: 12. Frank Symons ? 2. Michael van Hoey, 3. Stefaan Staeliens (15. Bart Dedsmet, 85.)13. Andy Vande Sorbel, 5. Stefan van Dender ? 6. Camille Muzinga, 7. Okitankoyi Kimoto, 8. Davy de Beule, 14. Dennis Moerenhout (10. Rigo Bwayi Kidoda, 46.) ? 9. Imbungu Mputu Bandu, 11. Karim Elbodmossi

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 17. Thomas Ruys og nr. 18. Ortwin Helderwert

Gult kort: einki

B68: 1. Magnus Poulsen ? 4. Hans Fróði Hansen, 2. Jan Petersen, 3. Jákup Eli Olsen ? 6. Arnold Joensen, 8. Jann Ingi Petersen, 10. Fróði Benjaminsen, 7. Øssur Hansen, liðformaður, 5. John Heri Dam ? 11. Súni Fríði Johannesen, 9. Marcello Marcellino

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Kjartan Nesá, 13. Marlon Jorge, 14. Messeias Perreira, 15. Oleif Joensen, 18. Jan C. Dam

Gult kort: Jákup Eli Olsen 18.

Venjari: Jóannes Jakobsen

Liðleiðarar og ognarrøklar: Jógvan Højgaard og Johan S. Jensen

Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm

Ferðaleiðarar: Niclas Davidsen og Eyðfinn Olsen