B68 feldi toppliðið

Fýra dystir í næstbestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin

Fótbóltslíkindini eru framúr góð kring alt landið. Seinnapartin eru fýra dystir á skránni í næstbestu fótbóltsdeildini.

Fyrsti dysturin í hesum umfarinum varð spældur seinnapartin í gjár, tá ið toppliðið Skála vitjaði á Toftum, har tey hesa vikuna hava hildið várdagar og í dag hava bátafestival.

B68 vann 1-0 á skálamonnum. Einsamalla málið skoraði miðvallarin Bjarki Johannesen við fínum langskoti, tá ið tað restaðu trettan minuttir.

Skála var oman á í 1. hálvleiki, meðan tað eftir steðgin koppaði meiri heimaliðnum til fyrimunar. Orsøkin var tann, at Skála tá var undirmannað. Pætur Dam Jacobsen sá reyða kortið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av 1. hálvleiki.

Eftiransingarnar vóru sera tættar, og dómarin, Kári J. á Høvdanum, hevði kortini níggju ferðir á lofti. Umframt reyða kortið varð gula kortið tikið átta ferðir úr lummanum – fimm ferðir til teir á heimaliðnum og tríggjar ferðir til gestirnar.

 

Í dag

B71-KÍ: Bjarki Danielsen kl. 14.00

MB-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 16.00

AB-B36: Bent Tommy Linklett kl. 17.00

Víkingur-07Vestur: Hallur Christiansen kl. 16.00

 

Støðan

Skála 19

07Vestur 18

B68 16

B71 og AB 13

KÍ 9

NSÍ og B36 6

Víkingur 5

MB 0

Skála, 07Vestur, B68 og NSÍ hava spælt 8 dystsir, og hini liðini hava spælt 7 dystir.