B68 greiddi sín setning

Málmøguleikarnir vóru nógvir, tá ið toftamenn fyri fyrstu ferð í fjúrtan ár vunnu á heimavølli ímóti GÍ

Fótbóltur

B68 gjørdi tað, sum stóð í teirra makt fyri at varðveita spenningin um meistaraskapin. Fyri fyrstu ferð í fjúrtan ár fingu teir fult á heimavølli ímóti GÍ, sum ? hóast teir hava havt mótgongd mest sum alt kappingarárið, og hóast Popczynski enn eina ferð noyddist at taka seg burturúr, tá ið ein hálvur tími var farin ? hevði fleiri málmøguleikar. Men Albert Sævarsson var enn eina ferð stinnur síðsti skansi, tá ið miðvallarin í vinstru, Símun Samuelsen, og álopsmenninir Bárður á Lakjuni og Magnus Skoralíð royndu seg.
Spælið var í longum løtum rættuliga rótut. Tað komst av, at tað mesta gekk fyri seg á rættuliga lítlum øki. GÍ verjan lá rættuliga frammarlaga, og teir á heimaliðnum royndu seg eisini ofta við rangstøðufelluni. Tað hevði nógv fríspørk við sær, men onkra ferðina kiksaði fellan, og so varð álitið sett á málverjarnar báðar.
Tey, sum vóru fimm minuttir ov sein, sóu ikki tvey tey fyrstu málini. Í 2. minutti setti Hans Fróði Hansen hol á við stútara eftir ógvuliga langt innkast frá John Hera Dam, og Áslakur R. Petersen javnaði við skoti úr rættuliga spískum í høgru.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði heimaliðið seg framum aftur. John Heri Dam, sum hesa ferð mannaði B68 álopið saman við Súna Fríða Johannesen, tiltuskaði sær eitt fríspark 25 metrar úr málinum. Hann royndi sjálvur undan lítla lotinum, Hallur Hansen tveitti seg, men megnaði bara at hálvbjarga, og Eyðstein Skipanes, sum fyri fyrstu ferð á árinum var ímillum teir fyrstu ellivu hjá B68, var fyrstur á returbóltinum.

Stórt fýrverkarií
B68 hevur havt tiltikna verju mesta partin av árinum. Tær síðstu ferðirnar eru meskarnir víðkaðir. Tað fóru tvey mál ígjøgnum ímóti HB, og aftur hesa ferð fóru tvey mál ígjøgnum.
Fróði Benjaminsen var leikbannaður, og Øssur Hansen var skaddur. Tí var neyðugt við nýggjari manning. Dánial Hansen varð fluttur úr verjuni og á miðvøllin, meðan Jóhan Petur Poulsen varð vongverji í høgru. At broytingarnar vóru so stórar tóktist órógva ikki so lítið. Tvær ferðir var um reppið, at B68 gávur bóru GÍ mál við sær. Eina ferð fekk Símun Samuelsen bóltin frá Jann Inga Petersen, og Albert bjargaði framúr væl, og eina aðra ferðina var tað Albert, sum legði fyri føturnar á Bárði á Lakjuni, sum sendi í aftur krovið á málverjanum.
Í hinum endanum vóru eisini vandamiklar støður. Jóhan Petur Poulsen sendi dygst framvið úr støðu, tá ið hann kanska átti at havt lagt innfyri, har tríggir liðfelagar bíðaðu, John Heri Dam spurtaði ígjøgnum í vinstru, men Hallur Hansen bjargaði, og Bogi Petersen stríddi seg ígjøgnum miðverjuna eftir diagonalsending úr vinstru, men royndin fór við síðuna av málinum.
Í næststíða minuttinum av vanligu leiktíðini staðfesti innskifti Øssur Jacobsen, at øll stigini skuldu verða á Svangaskarði. Hann slapp undan rangstøðufelluni, dróg eitt sindur og smekkaði so knappliga til. Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini, og tá ið stóri vísarin var á veg runt síðstu ferð setti Bartal Eliasen fríspark úr 16,3 metrum framvið manngarðinum og dygst inn við málstólpanum. Tá var Jóhan Petur Poulsen á veg undir tak, tí hann hevði fingið reytt kort orsaka av neyðbremsu.
Gøtumenn tevjaðu javnleikin, teir ætlaðu at skunda sær, men tíðin var farin, og harvið hevði B68 fingið fyrsta sigurin á heimavølli ímóti GÍ í sekstan ár.

Dysturin í tølum
B68?GÍ 3?2 (2?1)
1?0: Hans Fróði Hansen 2.
1?1: Áslakur R. Petersen 4.
2?1: Eyðstein Skipanes 25.
3?1: Øssur Jacobsen 74.
3?2: Bartal Eliasen 90.
Dómari: Páll Augustinussen

B68: Albert Sævarsson ? Jóhan Petur Poulsen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen, Arnbjørn Danielsen ? Bogi Petersen, Dánial Hansen, Jann Ingi Petersen, Eyðstein Skipanes ? Súni Fríði Johannesen, John Heri Dam (Øssur Jacobsen, 74.)
Gult kort: Arnbjørn Danielsen 52.
Reytt kort:Jóhan Petur Poulsen 90.
GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliasen, Kaj Ennigarð, Poul Ennigarð, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen (Jonreid Dalheim, 74.), Áslakur R. Petersen, Zdzislaw Janik, Símun Samuelsen ? Krzystof Popczynski (Magnus Skoralíð, 32.)
Gult kort: Hans Pauli Petersen 61.