B68-HB aftur fluttur

Fyrra hálvfinalan millum B68 og HB er aftur flutt. Nú til grundlógardagin 5. juni

Tað gongur strilti at halda seg til skránna í kappingini um Løgmanssteypið, sum bleiv løgd undan kappingarbyrjan. Hálvfinalurnar eru fluttar upp til fleiri ferðir, og nú er fyrra hálvfinalan flutt til hósdagin, í staðin fyri mikudagin.

 

Upprunaliga skuldu báðar hálvfinalurnar verða spældar 21 mai. So blivu báðar fluttar til 4. juni, men hetta gekk Víkingur ikki við til, so dysturin millum Víking og EB/Streym bleiv spældur sum ætlað. Víkingur vann 4-1.

 

Hin fyrra hálvfinalan millum B68 og HB varð so sett til 4. juni. Men nú er tann dysturin fluttur til hósdagin, grundlógardagin, 5. juni. Hetta er sum skilst eftir ynski frá báðum feløgunum. Hetta gevur feløgunum ein dag eyka at fyrireika seg, nú tá dystirnir komndi umfar ikki eru fyrr enn mánadagin orsaka av hvítusunnu, umframt at væntað verður við fleiri áskoðarum.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.