B68 hevur sett nýggjan venjara

Á ársveitsluni í kvøld varð boðað frá, hvør skal hava ábyrgdina av B68 liðnum, sum skal spæla í 1. deild

Fyrr í hesum mánaðinum boðaðu Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen frá, at teir fara ikki at halda fram á Svangaskarði. Teir hava í ár havt ábyrgdina av besta liðnum hjá B68, sum næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini.

B68 hevur ársveitslu í kvøld. Har varð fyri løtu síðani boðað frá, at Súni Fríði Barbá er nýggjur B68 venjari. Súni Fríði hevur í ár verið venjari hjá MB. Tað gekk so mikið væl hjá miðvingum og Súna Fríða, at teir fluttu upp úr 2. deild og í 1. deild.

Tá ið MB næsta ár skal kappast í 1. deild, verður B68 við Súna Fríða Barbá millum mótstøðuliðini.

Súni Fríði hevur tvey tey seinastu árini havt ábyrgdina av MB. Frammanundan hevur hann verið venjari í FC Hoyvík og 07Vestur, og í 2008 og 2009 hevði hann ábyrgdina av næstbesta B68 liðnum, sum tá spældi í 1. deild.

Longu í 1992 var Súni Fríði við til at vinna FM heitið við B68, sum hann umboðaði í nógv ár. Og nú skal hann venja besta liðið hjá toftamonnum.