INTERTOTO CUP
B68 fer leygardagin at royna at fáa eitt betri úrslit enn tað, sum teir megnaðu í Sveis leygardagin. Møguleikin fyri at halda fram í Intertoto kappingini er burtur, tí B68 tapti 5?1 í St. Gallen.
Jann Ingi Petersen minkaði um munin til 3?1, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Marlon Jorge legði innfyri úr høgru, bólturin varð sendur út frá, og á brotsteigarmarkinum smekkaði unglingaspælarin til, og tað sang í netinum aftanfyri Oliver Stöckli.
Um B68 hevði megnað at hildið tørn um 3?1, so hevði møguleikin verið leygardagin at spælt seg víðari til næsta umfarið, tá St. Gallen leygardagin skal spæla á Svangaskarði. Men B68 megnaði ikki at halda tørn. Tá tað restaðu tríggir minuttir av vanligu leiktíðini fekk St. Gallen brotsspark, sum varð umsett til mál, og tá tríggir minuttir vóru farnir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, øktu teir til 5?1.
Longu eftir fimm minuttir kom heimaliðið á odda, og teir fimm túsund áskoðararnir í góðveðrinum vóru í góðum hýri, tá tað fimm minuttir undan hvíldini gjørdist 2?0. Eisini tað málið varð skorað upp á brotsspark.
Stóri málskjúttin hjá sveisiska liðnum var brasiliumaðurin Alex Jefferson, sum skoraði trý mál.
Toftamenn ásanna, at mótstøðuliðið var væl betri. B68 var sera verjukent í útgangsstøðuni. Barar Marcello Marcellino var á toppinum. Ætlanin var so, at Øssur Hansen og Arnold Joensen skuldu stuðla honum, men B68 álopini vóru ikki so mong. Harafturímóti eydnaðist tað sveisiska liðnum fleiri ferðir at spæla seg til møguleikar, og B68 málverjin hevði fleiri góðar bjargingar.
Í nógvum teimum seinastu dystunum hevur B68 fingið brotsspark ímóti sær. Hesa ferð fekk mótstøðuliðið tvey brotsspørk. Dómarin var úr Albania, og av Toftum verður sagt, at tað var einki at tosa um, at talan var um heimadómara. Í fyrra førinum varð Messias lagdur undir at gera brotsspark, og í seinna førinum var tað John Heri Dam. Báðir kendu seg órtættvíst dømdar. Serliga John Heri Dam, sum royndi at sparka bóltin burtur, meðan ein maður hekk uppi í honum. Maðurin datt, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki.
Størri sigur
Tað er neyvan nøkur troyst fyri B68. Men FC Zürich úr Sveis vann størri sigur á einm liði úr Bosnia?Hersegovina, enn St. Gallen vann á B68.
NK Brotnja legði á útivølli í Zürich rygg til 7?0 tap. Eisini í tí dystinum var tað ein fremmandur maður, sum skoraði flestu málini. Kanga Akale av Fílabeinsstrondini var europeiskur toppskjútti leygardagin, tí hann skoraði fýra mál ímóti bosniska liðnum.
INTERTOTO
St. Gallen?B68 5?1 (2?0)
Í St. Gallen leygardagin 22. juni kl. 18.00
Dómaratrio úr Albania: Sokol Jareci, Sokol Avdo og Engjell Pjetrushi.
UEFA eygleiðari úr Ungarn: Miklos Nagy.
5000 áskoðarar
1?0: Alex Jefferson 5.
2?0: Alex Jefferson br 40
3?0: Teresino Gane Ionel 63
3?1: Jann Ingi Petersen 67.
4?1: Alex Jefferson br 87.
5?1: Daniel Imhof 90.
FC St. Gallen: 1. Oliver Stöckli ? 3. Carlos Walter Chaile, 4. Stefan Wolf, 5. Patrick Winkler, 6. Sascha Müller, 8. Daniel Imhof, 10. Inoel-Teresino Gane, 11. Alexander Tachie-Mensah, 15. Pascal Jenny, 19. Nicola Colacino, 21. Ivan Dal Santo
Á beinkinum (teir skiftu tríggjar út, men tað eydnaðist ikki B68 at fáa avrit av dómaraseðlinum): 18. Agosti Flavio, 7. Jerren Nixon, 9. Rainer Bieli, 16. Jan Berger, 17. Tranquillo, 20. Jario Luiz Filho, 22. Oscar-Fernando Tato
Venjari: Gérard Castella
B68: 1. Michal Kokoszanek ? 5. Marlon Jorge, 10. Fróði Benjaminsen, 17. Messias Perreira, 6. John Heri Dam ? 11. Arnold Joensen, 3. Fríðin Ziskason, 2. Jann Ingi Petersen, 18. Oleif Joensen (12. Jan Petersen, 61.), 7. Øssur Hansen, liðformaður ? 9. Marcello Marcellino
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 4. Hans Fróði Hansen, 15. Mannbjørn Nesá, 16. Kjartan Nesá, 19. Gestur Lómstein
Venjari: Frank Skytte